Hetta sær óskyldugt út

Hví skal tað ikki bera til at fara á bensinstøðina klokkan sjey um morgunin at fáa ein javnara, spyr løgtingsmaður – men hann hevur sjálvur svarið

Handlarnir skulu ikki sleppa at selja øl og vín. Tað heldur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Í farni viku fortaldi Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, tey tey fara at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tað skal verða loyvt at selja øl og vín í handlunum.

 

Les meiri um tað her: Handlar skulu sleppa at selja øl og vín

 

Jaspur langgaard er sannførdur um, at hetta bara fyrsta fetið.

 

– Tá ið øl og vín eru komin í handlarnar, fer Framsókn eisini at royna at trýsta brennivín út í handlarnar. Tað verður eisini truplari at varðveita Rúsdrekkasøluna, tá ið hon longu er tømd fyri øl og vín, heldur hann.

 

Hann heldur, at tað kann eisini tykjast óskyldugt, at lata handlar selja øl og vín. Hví skulu tey, ið vilja rúsa seg, ikki kunnu fara á bensinstøðina klokkan tíggju um kvøldið ella klokkan sjey um morgunin at keypa ein javnara, spyr hann.

 

Vit kunnu siga, at hetta er at skerja frælsið hjá fólki, men vit vita eisini, at tað er tað er truplari at drekka, tá ið tað er ringt at fáa fatur á rúsdrekka. Tað er ein fyrimunur, at tú ikki kanst fara út eftir einum javnara ein sunnumorgun, tí at alt varð drukkið upp náttina fyri, siug hann.

 

Men tann størsti týdningurin av at avmarka alkoholsølu, er, at tað ikki stendur á hvørjum gøtuhorni og freistar. – Tey, ið eru bundin at alkoholi, vita hvar tey kunnu finna tað og kunnu eisini fáa onnur at keypa fyri seg. Men tey, ið ikki drekka - til dømis ungdómar - verða sum nú er, ikki líka lætt freistað til at drekka, heldur Jaspur Langgaard.

 

– Rúsdrekka er ikki ein gerandisvøra, men ein serlig vøra, ið einans skal brúkast til serlig høvi, heldur hann.

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Jaspur Langgaard heldur um rúsdrekkasølu í Føroyum.