Hetta sær spennandi út

Uppskot verður nú lagt fyri Løgtingið um at lata fólk fáa bíligan streym til hitapumpur og til at løða elbilar við

– Hetta sær spennandi út

 

Tað staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, nú samgongan er samd um at tey, sum hava hitapumpu og elbil, skulu fáa bíligari streym til tað. Og í næstum fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.

 

Ætlanin er, at streymur, sum verður brúktur til hitapumpur, ella til at løða elbilar við, kann verða í mesta lagi 50 oyru bíligari enn streymurin vanliga er.

 

Ein elbilur, sum koyrir 15.000 kilometrar um árið, brúkar eini 4.000 kWt, og ein bensinbilur, sum koyrir 15 kilometrar upp á liturin, brúkar 1.000 litrar av bensini. 

 

Sostatt er tað nú einar 2000 krónur bíligari um árið at hava elbil enn at hava bensinbil. Men tá ið prísurin á streymi fer at lækka, soleiðis sum ætlanin er, kann tað fara at verða upp ímóti 4000 krónur bíligari um árið at hava elbil enn at hava bensinbil.

 

Og er talan um eini sethús við vanligari nýtslu, er tað einar 3300 krónur bíligari um árið at hava hitapumpu enn at hava oljufýr er, men tá ið prísurin á streymi er lækkaður, verður tað upp til 7300 krónur bíligari.

 

Ger SEV at lata fullan avsláttur, sum tey fáa heimild til, fara tey, sum bæði hava elbil og hitapumpu, Stjórin í SEV sostatt at sleppa einar 11.300 krónur bíligari í streymi um árið enn tey, sum hava oljufýr og bensinbil.

 

At tey, sum hava elbil og hitapumpu, skulu fáa bíligari streym, er eitt mál, sum tosað hevur verið um í nøkur ár og stjórin í SEV heldur, at ætlanin, sum nú fyriliggur, er spennandi. Men hann leggur afturat, at enn hava tey í Sev ikki tikið støðu til, hvussu stórur avslátturin verður

 

– Tað er ein spurningur, vit avgreiða í sambandi við fíggjarætlanina hjá SEV fyri næsta ár verður løgd seinni í ár, sigur hann.

 

Hann sigur, at tey, sum hava hipapumpu fara at fáa ein málara frá SEV, sum málar, hvussu nógvan streym, hitapumpan brúkar, og so fáa tey avsláttur fyri tann streymin. Og tað sama verður galdandi fyri tey, sum hava elbil.

 

Men hóast tey fáa málaran frá SEV, er tað helst okkurt elarbeiði, sum skal gerast heima hjá hvørjum einstøkum, og sum fólk sjálvi rinda fyri.

 

Men hann leggur afturat, at tað liggur í kortunum, at tað vera bara tey, sum løða elbilin um náttina, ið fáa avslátturin. Fáa vit fólk at løga elbilin um náttina, fáa vit javna framleiðsluna út á fleiri tímar um samdøgurið.

 

Hvussu nógv fara at fáa ágóðan av hesum avsláttri, hevur stjórin í SEV onga hóming av.

 

Hann leggur afurat, at sum støðan er nú, er ikki grundarlag fyri at lata øll fáa bíligan streym um náttina, soleiðis sum gjørt verður onkra aðrastaðni, so at tað verður bíligari at vaska upp, og vaska klæðir um náttina.

 

– Nógva aðrastaðni hava tey avlopsorku um náttina, sum tey royna at selja bíliga. Men tað hava vit fyri so vítt ikki í Føroyum. vit hava mest vatnorku og oljurikin verk og tá ið brúkið er lítið, minka vit bara framleiðsluna, ta løtuna, sigur Hákun Djurhuus.