Ragnhild Ellingsgaard, útvarpsvertur, fer eisini at savna pening til átakið Meðan vit bíða.
Les eisini Skulu savna pening inn til fátøk
Hon sigur, at hon heldur hetta vera eina støðu, sum viðkemur einum stórum bólki av føroyingum.
- Vit hava helst øll upplivað, at onkur í okkara nærumhvørvið er merktur av fátækraváða, tí rakar hetta okkum øll. Eg haldi tað er gott, at vit peika eftir politisku skipanini, sum ikki hevur megnað at lyft sína uppgávu á hesum økið. Og nú er tíðin komin til, at vit øll taka eitt felags tak fyri hesum samfelagsbólki. Bæði fyri at betra um korini hjá hesum børnum, men eisini fyri at vísa á, at hvørt einstakt menniskja í Føroyum kann gera mun.
Ragnhild Ellingsgaard sigur, at hon ætlar sær fyrst og fremst at brúka tað netverk hon hevur.
- Eg ætli mær eisini at skipa fyri onkrum tiltøkum hesar 10 dagarnar, og at royna at siga frá hesum í miðlunum, sigur hon.
Les eisini Vón er fyri framman
Les eisini Mugu varpa ljós á
Les eisini Umráðandi at vit øll hava gott
Les eisini Tey sum hava nóg mikið kunnu geva øðrum
Les eisini Nú mugu onnur traðka til
Les eisini Sendingin var sjáldsama hjartanemandi