Dennis Holm harmast um, at Marghøllin í Vági hevur fingið eitt so stórt negativt fokus. Hann heldur, at tað, sum høllin hevur skapt fyri Vág og Føroyar hava betri uppiborið.
- Okur hildu, at nú var rætt at enda hetta málið við at fara inn og yvirtaka Marghøllina og blíva liðug við hetta málið, so okur kunnu brúka orkuna upp á tann positiva partin við Marghøllini, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.
At Vágs kommuna hevur yvirtikið bæði Páls Høll og Marghøllilna merkir, at Vágs kommuna nú aftur er komin upp um eina álíkning í skuld. Hetta nervar tó ikki borgarstjóran.
- Veruleikin er, at nettoskuldin er broytt heilt grundleggjandi seinastu fimm-seks árini, frá at okur vóru yvir eina álíkning í 2012, til at okur við árslok í 2018 eru niðri á 0,6 álíkningum. So fara okur eitt lítið vet upp um eina álíkning nú í 2019 og vera undir eini álíkning aftur í 2020. Tað fer ikki at ávirka okra virksemi upp á nakran máta sum helst, sigur borgarstjórin.
Árni Gregersen á FM1 tosaði við Dennis Holm. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.










