Umstrídda russiska talvstjørnan, Sergej Karjakin, hevur alment sagt, at hann stuðlar forseta landsins, Vladimir Putin, í samband við innrásina í Ukraina.
Í einari samrøðu við russisku sjónvarpsrásina - Russia 24 - viðgongur hann nú, at hetta kann koma at kosta honum yrkisleiðina sum telvari.
- Ja, eg oyðileggi mína yrkisleið við hesum. Men, á hinari síðuni er talv ikki alt mítt lív, segði hann við russisku sjónvarpsrásina.
Sergej Karjakin segði, at hann er fosturlandsvinur, og hann er russiskur ríkisborgari.
- Tá støðan er trupul, noyðist eg at stuðla landinum, segði hin 32 ára gamli.
Talvstjørnan legði aftrat, at hann kundi ikki bara tiga stillisliga. - Eingin spurdi meg. Tað var mítt initiativ at geva mína áskoðan til kennar, segði Sergej Karjakin.
Heimsmeistarin í talvi, norðmaðurin, Magnus Carlsen, hevur sagt, at hann er púrasta ósamdur við russiska stórtelvaran um russisku innrásina.
Magnus Carlsen hevur tó sagt seg ivast í, um tað er rætt at útihýsa russiskum leikfólki í samband við krígsstøðuna.
Tað var í mars í ár, at altjóða talvsambandið (FIDE) gjørdi av, at Sergej Karjakin sleppur ikki at luttaka í altjóða talvkappingum næstu seks mánaðirnar.
- Ein væntað og ikki minni skammilig avgerð hjá FIDE, skrivaði russiska talvstjørnan á sosiala miðlinum, Telegram, eftir avgerðina.