- Hetta mugu vit gera betri næstu ferð

(FM1) Hoyr Brand H. Olsen taka samanum Nations League kappingina hjá føroyska landsliðnum

- Hetta mugu vit gera betri næstu ferð. Orðini eigur Brandur H. Olsen aftaná 1-1 javnleikin ímóti Malta á útivølli í Nations League kappingini.

 

Um úrslitið í kvøld, 1-1 ímóti Malta sigur Brandur H. Olsen, at teir fingu tað teir komu eftir, og fingu bjargað Føroyum plássið í næstniðasta styrkisbólkinum.

 

Um Nations League kappingini sigur Brandur H. Olsen, at hann hevði væntað meira av sær og liðfeløgunum undan kappingini, men má nú staðfesta, at úrtøkan gjørdist ikki tann besta.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Brand H. Olsen beinleiðis á FM1 aftaná 1-1 javnleikin ímóti Malta.