Danir fegnast um 1-0 sigurin á Tórsvølli. Teir settu met við at vinna fimta sigurin á rað í undankapping og eftir fimm umfør at hava vunnið fulla úrtøku. Danmark er stórfavorittur at vinna bólkin og at kvalifisera seg at vera við í HM endaspælinum í november og desember 2022. Endaspælið verður í Katar.
-Vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir, nú vit hava vunnið fimm dystir á rað, og eg eri ikki so ovfarin av, at tað gekk so striltið at skora málið, sum tað var neyðugt at fáa, tí føroyska liðið var væl skipað, og fremstu menninir vóru góðir við bóltinum. Og so var tað sera hugaligt at síggja, hvussu nógv føroysku áskoðararnir góvu seg og stuðlaðu sínum monnum.
Og danski landsliðsvenjarin heldur fram:
-Við hvørt er talan um øðrvísi dystir enn aðrir. Tað verður roknað við, at tú fert at vinna lættan sigur, og so riggar tað ikki. Soleiðis er tað ofta í steypadystum, og soleiðis var tað í kvøld ímóti Føroyum, sigur Kasper Hjulmand.
Týskvøldið fær Danmark vitjan av Ísrael.










