Hetta meistaraliðið er søguligt

Fyri 20. ferð hevur KÍ í dag fingið handað FM steypið

Tað var langt millum fototólini, tá ið KÍ vann fyrsta FM heitið í 1942, og tá ið KÍ vann FM í 1945 og seks ferðir í fimmtiárunum. Men tað eru myndir av øllum FM liðunum hjá KÍ. Tað syrgdi formaðurin í mong ár, John Reid Bjartalíð, fyri. Í góðveðrinum í Klaksvík í dag er FM mynd tikin av 20. FM liðnum hjá KÍ. Hetta er fyrsta ferðin síðani 1970, at klaksvíkingar fáa handað FM steyp annað árið á rað.

 

Fagnaðurin er øgiligur millum spælarar, venjarar og hjálparfólk og ikki minst áskoðararnar. Hesi fyrireika seg nú til í kvøld at hátíðarhalda FM heitini hjá bæði monnunum og kvinnunum. Men kappingarárið er ikki liðugt, tí bæði menninir og kvinnurnar fara um eina viku suður í høvuðsstaðin at spæla steypafinalu.

 

-Tað mesta av tí, sum vit hava vant í vikuni og eisini tað, sum gekk fyri seg í dag, hevur havt sum mál at fyrireika okkum, so vit vera so væl fyri, sum tað ber til, tá ið vit fara á Tórsvøll at spæla steypafinalu ímóti Víkingi, sigur fimmfaldi KÍ málskjúttin Páll A. Klettskarð.

 

KÍ hevur sett nógv met í ár, og nú er fokus hjá bæði kvinnum og monnum at vinna steypafinalurnar. Tað er ongantíð áður komið fyri, at eitt felag hevur vunnið tvær greiður – FM og steypakappingina – hjá bæði kvinnum og monnum.