Hetta má kvalast í føðingini

Verður skipanin misbrúkt, er tað ein vanlukka, sum má steðgast alt fyri eitt, sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin

- Hetta er ein vanlukka.

Tað sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Tað, hann sipar til, er greinin her á in.fo í gjár um, at føroyskir handverkarar verða uppsagdir, og bíligir, útlendskir handverkarar settir ístaðin.

Hann hevur eisini frætt tað sama, vit skrivaðu á in.fo og hann sigur, at hetta er rák, sum má kvælast í føðingini.

 

Hann sigur, at hann nú fer at reisa málið í Løgtinginum og har fer hann at spyrja Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, hvat teir ætla at gera við hetta.

 

Hann sigur, at hann tá ið hann var landsstýrismaður, sat hann sjálvur við málsøkinum partvís, tí hann umsat útlendingamál.

 

Og hann sigur, at tá ið føroyskir arbeiðsgevarar fingu fríari ræsur at fáa útlendska arbeiðsmegi higar, var tað ikki ætlanin, at føroyingar skuldi setast í starvi til frama fyri útlendska arbeiðsmegi.

- Verður skipanin misbrúkt, má tað steðgast beinanvegin, sigur tingmaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin.

 

Hann sigur, at fer tað fram, sum hann hevur hoyrt, og føroyingar verða sendir til hús til frama fyri útlenska arbeiðsmegi, er tað at misbrúka skipanina grovliga fyri løtuvinning hjá arbeiðsgevarum, og tað er ein vanlukka.

 

- Endmálið var at útlendingarnr skuldu koma higar, at arbeiða á økjum, tað ikki var nóg mikið av føroyskari arbeiðsmegi. Ætlanin var ikki, at føroyingar skuldi sigast upp til frama fyri útlendingar, sigur Kári P. Højgaard.