Hetta má ikki vera ein koddi at hvíla á

Hetta vísir, at fólk vilja hava tað, vit hava at bjóða

Síðani løgtingsvalið fyri tveimum árum síðani, eru fleiri veljarakanningar gjørdar og tær hava verið blíðar við Javnaðarflokkin, tí tær hava givið flokkinum stóra framgongd. Á løgtingsvalinum fekk Javnaðarflokkurin 22,2 prosent av atkvøðunum, men veljarakanningar hava givið honum heili 28 – 29 prosent. Og tann nýggjasta veljarakanningin, sum er ein hjá portal.fo um vikuskiftið, vísir akkurát somu mynd. 

 

– Veljarakanningarnar vísa, at fólk vilja hava tað, Javnaðarflokkurin hevur at bjóða, segði Aksel V. Johannesen, floksformaður, tá ið hann gjørdi eina viðmerking til veljarakanningarnar á landsfundinum hjá flokkinum um vikuskiftið

 

Og hann legði dent á, at tað, at boðskapurin er, at Javnaðarflokkurin vil, at persónligt frælsi og javnrættur skal ikki bara vera fyri tey fáu, men fyri øll, eisini minnilutabólkar.

 

Javnaðarflokkurin vil ikki vita av samfelagsskipanum, har hvør sætar sær og sínum, men flokkurin vil hava samhaldsfastar skipanir, har vit vara av hvørjum øðrum, tá ið vit verða rakt av sjúku, gerast arbeiðsleys ella snáva á lívsleiðini.

 

– Tað er við samhaldsføstum skipanum, at vit skapa tryggleika og veruligt lívsfrælsi hjá einstaka menniskjanum, segði hann.

 

Hann sigur, at vit vita, at prísurin fyri ójavnan er øgiligur. Ikki bara fyri tey á niðastu rók, men fyri alt samfelagið, bæði fyri búskapin, fyri trygdina og fyri trivnaðin. Og tað fær eisini avleiðingar fyri kensluna av at hoyra til felagsskapin, av at hoyra saman, og tað er púra avgerandi fyri megina í einum samfelag.

 

– Tí mugu góðu veljarakanningarnar heldur ikki gerast ein koddi at hvíla á. Tvørturímóti skulu tær eggja okkum øllum til at bróta upp um armar og fara til verka, fúsari enn áður, segði Aksel V. Johannesen