Hetta má takast í álvara

Skal Posta avtakast og leggjast undir landið, akkurát sum tað var fyrr?

Hevur Poul Michelsen nakrar ætlanir um at avtaka almenna partafelagið, Posta, og at gera tað til ein vanligan, almennan stovn, akkurát, sum tað var fyrr.

 

Tað skal landsstýrismaðurin nú greiða Løgtinginum frá.

 

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, vil hava at vita, hvørjar ætlanir, samgongan hevur við Posta.

 

Hann vísir á, at her á in.fo er Rigmor Dam, landsstýrismaður, endurgivin fyri at siga, at Posta skal avtakast og gerast til ein almennan stovn.

 

Samstundis harmast hon um, at nú ætlanin er at lata privatum fjølmiðlum stuðul fyri at teir kunnu yvirliva, hevur Posta samstundis boðað frá at gjøldini fyri at bera bløð út, fara at hækka, og sostatt verður tað Posta, sum fer avstað við dastinum at stuðlinu, sum varð ætlað fjølmiðlunum

 

 

Les eisini: Posta kennir ikki sína samfelagsligu ábyrgd

 

 

– Fíggjarligu umstøðurnar hjá bløðunum eru sera teprar, og lítið skal til, fyri at hesin týðandi táttur í demokratiska samfelagnum fer fyri skeyti og má seta seymin í hurðina, sigur Kári P. Højgaard.

 

Hinvegin ásannar hann, Rigmor Dam umsitur ikki Posta í Landsstýrinum. Men kortini heldur hann, at tá ið eitt landsstýrisfólk boðar so greitt fra alment, má hetta takast í álvara, og ivaleyst eru starvsfólkini á Posta eisini óttafull og ótrygg um, hvørja lagnu tey fáa, heldur hann.