Hetta má steðga

– Vit mugu finna útav, hvussu vit kunnu fáa skil á umsitingini av gulu kortunum, so vit sleppa av við allar hesar kærurnar, sigur FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu

FÓTBÓLTUR

Sum nevnt aðrastaðni á hesi síðu, hevur Skála sent starvsnevndini í Fótbóltssambandinum eina áheitan um at taka málið upp viðvíkjandi kæruni, Skála sendi Aganevndini um, at TB brúkti ein spælara ólógliga í dysti millum feløgini tann 9. august. Aganevndin hevur víst kæruni frá sær, tí hon er komin ov seint inn.
– Vit hava fingið eitt bræv frá Skála um at taka málið upp, og tað fara vit sjálvandi eisini at gera. Men tað má bíða nakrar dagar, tí júst nú er starvsnevndin spjødd í allar ættir, tí vit eru staddir í ymsum londum við fleiri landsliðum, sigur FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu.
– Í brævinum frá Skála verða nevnd fleiri áhugaverd ting, men eg veit ikki, hvussu nógv vit kunnu gera við afturvirkandi kraft. Tó kann eg siga so mikið, at vit mugu finna útav, hvussu vit kunnu fáa skil á umsitingini av gulu kortunum, so vit sleppa av við allar hesar kærurnar um kort og karantenur. Í dag eigur tað at bera til hjá okkum at gera ábøtur, so hetta ikki skal verða ein afturvendandi trupulleiki hvørt einasta ár.