Vit heita inniliga á Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsumálum, um at taka atfinningarnar frá Løgtingsins Umboðsmanni í álvara.
Tað sigur Sinnisbati í einum fráboðan til landsstýriskvinnuna í morgun. Sinnisbati er felagið hjá fólki við sálarsjúku og teirra avvarðandi og tað tey vísa til, er frágreiðingin frá Løgtingsins Umboðsmanni fyrr í vikuni um umstøðurnar hjá børnum og ungum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum.
Løgtings Umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan á Psykiatriska Deplinum og hevur síðani staðfest, at umstøðurnar hjá børnum og ungum, sum eru innløgd, eru alt annað enn nøktandi.
Eitt nú verður átalað, at børn og vaksin liggja inni saman, og Løgtingsins Umboðsmaður átalar eisini, at tað hendur seg, at børn og ung mugu verða liggjandi á Psykiatriska deplinum eftir at tey eru liðugt viðgjørd, tí Almannaverkið hvur einki búpláss til tey.
Í skrivinum til landsstýriskvinnuna, vísir Sinnisbati á týdningin av, at frágreiðingin frá Løgtingins Umboðsmanni verður tikin í størsta álvara, og at lurta eftir serfrøðini, sum rópar varskó, soleiðis, at børn og ung ikki detta niður ímillum, men fáa tað hjálp teimum tørvar.
Ter vísa á, at í 2016 handaði Sinnisbati landsstýriskvinnuni í Heilsu- og Innlendismálum eitt tilmæli har víst varð á, at tað er ikki hóskandi at børn og vaksin eru innløgd saman, tí tørvurin á viðgerðum hjá hesum sjúklingabólkum, eru ymiskir.
Somuleiðis vísti Sinnisbati á, at ber ikki til at finna eina loysn, má tað umhugsast at finna eina loysn uttanfyri Psykiatriska depilin, soleiðis at børn og vaksin, sum eru innløgd, fáa nøktandi tilboð og nøktandi umstøður.
Sinnisbati heldur, at hóast støðan batnað, er alt ov lítið hent. Og tey halda eisini, at tað mugu ongantíð vera fíggjarliga orsøkir til tað.
– Vit mugu og skulu hjálpa okkara ungum her á landi á best møguligan hátt, soleiðis at tey seinni kunnu vera við til at styrkja um samfelagið, sigur Sinnibati.
– Tað ber ikki til, at játtanin til økið ikki er nøktandi. Hetta er eitt øki, ið vit, sum samfelag, ikki hevur ráð til at játta ov lítið av pengum, sigur Sinnisbati. Tí halda tey, at tað hevur týdning, at sálarligar sjúkur verður javnsettar við likamligar sjúkurm, tá ið talan er um játtanir og tað neyðugu hjálpina.
– Eru neyðugu tilboðini er til taks í Føroyum, er tað neyðugt at finna hjálpina og tilboðini aðrastaðni. Hóast vit høvdu ynskt, at tilboðini vóru at fáa í Føroyum, mugu vit ásanna, at so er ikki í løtuni í fleiri førum, sum eisini Almannaverkið og Psykiatriska depilin hava víst á.
– Hava vit ráð til at børn og ung detta niður ímillum tí tey ikki fáa nøktandi hjálpina, og kunnu virka í samfelagnum á jøvnum føtum við øðrum spyr Sinnisbati. Og tey svara sjálvi, at svarið er einfalt, nei.