Tað verður neyðugt at bøta um umstøðurnar á bryggjuni í Havn
Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Og hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann fer at taka upp við kommunalu myndugleikarnar í havn
Umstøðurnar á bryggjuni í Havn eru sum at síggja niður yvir Legoland, sigur hann fyri at skera tað út í papp.
Tað, hann hugsar um, eru umstøðurnar í sambandi við Smyril.
– Tað er ikki at góðtaka nú á døgum, at umstøðurnar skulu vera so vánaligar, sum tær eru, staðfesti hann á hundrað ára føðingardegnum hjá Strandferðsluni herfyri.
Hann sigur at tað stutta av tí langa er, at plássið er alt ov lítið til tað stóra virkemið, sum er, tá ið Smyril og Norrøna koma og fara.
Viðhvørt er tað tað rætt og slætt ruðuleiki, har bingjur, fólk og bilar eru hvørt um annað - og bilar fáa illa koyrt, men bremsa alla tíðina, tí onkur skal inn ímillum.
– Tað er ov leingi at sleppa í land og niðan í býin og serliga ringar eru umstøðurnar, tá ið Norrøna eisini er í Havn.
Tí ætlar hann nú taka taka málið upp við Tórshavnar Havn fyri at vita, um tað ikki ber til at umskipa ferðsluna so at bilarnir sleppa skjótari av Smyrli og niðan í býin.
Eitt, hann hugsar sær, er, at bilar av Smyrli ikki skulu noyðast at koyra eftir sjálvari bryggjuni, áðrenn teir sleppa niðan á vegin, men kunnu koyra beint yvir á Bursatanga og niðan í Havnargøtu.
Hann staðfestir, at í roynd og veru er trupulleikin, at økið, har samferðsluhavnin er, er ov lítið. Sjálvandi eru útlit eru til, at støðan fer at batna, tá ið Tórshavnar Havn er bygt út, men hann heldur, tað verður ov leingi at bíða eftir eini loysn og tí fer hann at taka málið upp nú.
Hann heldur eisini, at skeltingin á samferðsluhavnini kundi verið betur, tí hjá ókunnugfólki er tað ikki altíð so lætt at finna.
Annars hevur Tórshavnar Býráð samtykt at bøta um umstøðurnar á sjálvari farstøðini. Ferðafólkatalið veksur støðugt, og nú ferðast eini 400.000 ferðafólk, sum skulu við Norrønu ella við Smyrli um farstøðina um árið.
Serliga er tað Norrøna, sum hevur sera vánaligar umstøður til tey ferðandi, sum ikki sleppa undir tak, meðan tey bíða eftir at koma umborð.
Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum í Havn, sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum má loysast nú.
Men av tí at onki pláss er at byggja út, má okkurt gerast við sjálva farstøðina. Og sostatt hevur býráðið nú samtykt at leggja dekk í tann høga partin av farstøðini soleiðis at fermetratalið tvífaldast.










