Wayne Rooney hevur skotið vakrasta málið í bestu ensku fótbóltsdeildini seinastu 20 árini. Málið kom í grannauppgerðini í Manchester í fjør, tá framherjin tveitti seg aftur av og saksisparkaði bóltin í málhornið.
Tað eru nú 20 ár síðan, at Premier League fór av bakkastokki. Fleiri enn 300.000 fótbóltsfjepparar kring heimin hava seinastu vikurnar atkvøtt fyri einum máli á heimasíðuni hjá enska Fótbóltssambandinum, tey halda verða tað besta málið. 26 prosent av teimum valdu málið hjá Rooney.
- Tað eru nógv góð mál skotin hesi árini. Sum smádrongur sat eg framman fyri sjónvarpinum og hugdi at Alan Shearer, Paolo Di Canio, Tony Yeboah og David Beckham. Tað er mær ein stórur heiður at vera framman fyri teir. Eg eri errin, sigur Wayne Rooney við enskar miðlar í dag.
Tað var tann 12. februar 2011, tá Mancester United vann 2-1 á Manchester City, at málið kom.
Dennis Bergkamp, Arsenal, var næstur á listanum við málinum, hann skjeyt móti Newcastle í mars 2002. Hann fekk 19 prosent av atkvøðunum.
Thierry Henry, Arsenal, var nummar trý við málinum móti Manchester United í 2000. Hann fekk 15 prosent av atkvøðunum.