Hetta má ikki sleppa at seinka ætlanini í fleiri ár

Er tað ein trupulleiki at tjóðleikhúsið verður á Skálatrøð, er at finna eitt nýtt stykki beinanvegin, heldur býráðslimur í Havn

Nógvir sjónleikarar siga, at teir leggja ikki so nógv í, hvar í Havnini eitt Tjóðleikhús verður bygt – bara tað verður bygt skjótt

Tað sigur Bjørg Dam, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin.

Hon heldur, at endiliga røkist fyri, at Tjóðleikhúsið, øll hava bíðað eftir í áravís, nú verður veruleiki eftir at samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, um at fáa heimild at leita eftir fígging til endamálið.

Býráðið hevur gjørt av, at Tjóðleikhúsið skal vera Skálatrøð. Men nú tað er farið at nærkast, Nú sigur formaðurin í vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráði, at vit skulu fyrst fáa skil á parkeringsviðurskiftunum í Havn, áðrenn talan kann verða at byggja tjóðleikhúsið á Skálatrøð.  

Hon sipar til tað, formaðurin í Vinnunevndini, Bogi Andreasen, segði við okkum í morgun,

 

Les meiri um tað her: Einki tjóðleikhús á Skálatrøð fyrr enn skil er fingið á parkeringini

 

Men bjørg Dam sigur, at tað er púra greitt, at avleiðingin av tí er, at Tjóðleikhúsið fer at bíða í fleiri ár, tí øll vita, at parkeringstrupulleikarnir verða ikki loystir í bræði. Tað verða teir ikki tí at talið á bilum veksur einar 1500 bilar um árið, umframt at Eysturoyartunnilin skjótt verður liðugur. 

– Tí kann hendan støðan hjá formanninum í Vinnunenevndni merkja, at Tjóðleikhúsið verður seinkað í fleiri ár, og tað er at sløkkja tað ljós, ið annars var farið at lýsa í hesum máli.

Bjørg Dam heldur, at meinar býráðið tað í álvara, at eitt tjóðleikhús skal byggjast, høvdu tey funnið eitt hóskandi stykkið, sum flest øll høvdu kunnað livað við bæði vinna, borgarar og leikarar.

– Nógvir sjónleikarar siga, at teir leggja ikki so nógv í hvar í Havn tað liggur, bara tað verður bygt skjótt.

Hinvegin vísir hon á, at vinnan er farin at savna inn undirskriftir ímóti byggingini, og somuleiðis eru tað nógv fólk sum ivast, ella eru beinleiðis ímóti, at byggja Tjóðleikhús á Skálatrøð.

– Tí haldi eg, at skal glið koma á tjóðleikhúsið, átti Bogi Andreasen heldur at víst á eitt nýtt stykki at byggja tað á, heldur hon.

Men ístaðin fyri blandar hann viðurskiftini saman, og vil áleggja tjóðleikhúsinum ta vanlagnu, at fyrst skal gordiski knúturin um parkeringina, loysast, leggur hon afturat.

– Semjist tit heldur um eina nýggja staðseting beinanvegin, soleiðis at arbeiði ikki steðgar upp, sigur Bjørg Dam.