Hetta má ikki henda aftur

Áðrenn nakað verður gjørt við sparkivøllin í Nólsoy skal tryggjast, at fullgott grótkast og verjugarður verður bygdur, so brimið ikki skaðar vøllin aftur, sigur Heðin Mortensen

Í skaðaódnini 31. januar í ár, stóð sparkivøllurin í Nólsoy fyri aðru ferð innan ein mánað fyri skotum.

Men meðan tað fyrru ferð var rímiliga lætt at reinsa vøllin aftur, var hesaferð tjúkt lag av runu omaná graslíkinum, eins og rættiliga stórir steinar sløgdust um allan vøllin.

Tað tók sum vera man fleiri dagar at rudda vøllin fyri runu og steinar, men so mikið av runu var sokkin niður í graslíkið, at dreningin tiptist.

Hetta hevur so ført við sær, at tá tað regnar, sivar regnvatnið ikki niður ígjøgnum, men liggur sum ein dammur omaná.

Ljóspunktið er kortini, at sjálvt grasteppið ikki hevur fingið skaða.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at nú skal vøllurin tryggjast, so slíkt ikki hendir aftur.

- Eg havi biðið umsitingina gjørt eitt uppskot um, hvussu vit verja vøllin, so runa og grót ikki eina aðu ferð skolar inn á vøllin. Og áðrenn hetta er tryggjað, verður einki gjørt við sjálvan vøllin, sigur Heðin Mortensen.

 

Brimverja

Borgarstjórin sigur, at neyðugt verður við einari brimverju sum tryggjar, at brimið ikki brýtur inn á vøllin, og at tað ikki bert verður neyðugt við einum grótkasti við munandi størri gróti enn framman undan, men tað verður eisini neyðugt at stoypa ein verjugarð, í hvussu er eystantil fyri vøllin, so tað av sjógvi, sum brýtur ella oysir upp um grótkastið, í minst møguligan mun endar inni á vøllinum.

- Eg havi verið í samband við Idé Møblar, sum hava leverað vøllin, og neyðugt vderður helst við serútbúnum fólki úr Danmark at hyggja nærri at vøllinum. Sum eg skilji hava teir serliga maskinur, sum kunnu reinsa vøllin í slíkum føri sum hesum, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin vísir á, at kommunan í nærmastu framtíð skal leggja nýggja kloakkskipan í Nólsoy, og at maskinur í tí sambandi skulu út í oynna.

Tað er ikki løgd nøkur beinleiðis tíðarætlan, men sum skilst er ætlanin at fáa hetta arbeiðið gjørt í vár og í summar.