Hetta má halda uppat

Tað gongur ikki, at Løgtingið skal lata eykajáttanir, hvørja ferð ein stovnur ikki klárar at halda játtanina, sigur Tórbjørn Jacobsen, limur í fíggjarnevndini

Strandferðslan

?Tá ið vit gera eina fíggjarlóg, má útgangsstøðið vera, at hvør einstakur stovnur skal halda játtanina Tórbjørn Jacobsen, limur í samgonguni, er alt annað enn fegin um at lata Strandferðsluni eykajáttan í ár.
?Strandferðslan hevur fingið eina játtan á fíggjarlógini og stjórin á hevur skyldu at halda seg innanfyri tað, tí peningur er ikki til nakað annað.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað var næstan eitt samt Løgting, sum samtykti fíggjarlógina og har var ein upphædd sett av, sum Løgtingið helt, at Strandferðslan skuldi kosta í ár.
? Og vit hava ikki samtykt eina fíggjarlóg fyri at síðani at lata eykajáttanir.
Hann sigur, at hetta má halda uppat, at stovnsleiðarar frá ársbyrjan vænta sær eykajáttanir, fáa teir ikki roknistykkið at ganga upp og leggja virksemið til rættis eftir tí.
Hann leggur tó dent á, at hann við hesum ikki hevur sagt, at tað er hetta, sum stjórin á Strandferðsluni hevur gjørt.
Nú vísir Strandferðslan á, at hon royndi at seta sparingar í verk, men at politikararnar noktaðu henni at seta tær í verk?
?Tað kann væl vera, men eg haldi eisini at sparingarnar vóru sera ?væl valdar?, tí tær raktu akkurát tey eymastu punktini.
?Vit vita, at verða sparingar settar í verk í siglingini um Lorvíksfjørð, fer tað mest sum av sær sjálvum at føra eina eykajáttan við sær.
Hvar skal Strandferðslan so spara?
?Tað veit eg ikki, tí eg kenni ikki stovnin innan í frá og tað er heldur ikki mín uppgáva.
Men kortini nevnir hann, at ein møguleiki kundi verið at Strandferðslan slapp sær av við lastbilarnar.
? Ongastaðni í verðini, uttan á Kuba ella í Norðurkorea er tað ein almenn uppgáva at koyra farm út til fólk fyri fyri næstan onki.
?Tórbjørn Jacobsen sigur, at spurningurin er um strandferðslan skal hava allar tær uppgávurnar, sum hon hevur nú og hann heldur, at eitt hugskot kundi verið, at hon slapp sær av við lastbilarnar.
Tórbjørn Jacobsen sigur kortini, at kemur ein umbøn um eykajáttan, fer hann sjálvsagt at viðgera hana, men útgangstøðið er heilt greitt tað, at Strandferðslan skal klára seg við tað, sum er sett av á fíggjarlógini.
?Strandferðslan manglar 4,3 milliónir og tað skal vera løgið, skal tað ikki bera til at spara eina millión hvønn ársfjórðing av tí stóra tali,sum Strandferðslan fær, sigur Tórbjørn Jacobsen.