- Hetta má bara gloymast

Agnar Joensen há VÍF var alt annað enn nøgdur við tapið ímóti Kyndli.
- Hatta kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst. Vit mugu bara royna at gloyma dystin beinanvegin, áðrenn steypafinaluna næsta vikuskiftið. Vit spæla ein góðan dyst og føra við fýra málum, tá 10 minuttir eru eftir. Móti endanum byrja vit tó at spæla ov individuelt, og hetta kostar. Hetta er sjálvandi ein keðilig upptakt undan steypafinaluni, men vit kunnu spæla nógv betri enn tað, vit vístu í dag, so tað verður heilt øðrvísi leygardagin.