Samgongusamráðingar
? Vit mugu aldrin koma aftur í eina støðu sum hesa.
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins harmast um, at samráðingar um at skipa samgongu fullkomiliga eru rendar fastar.
Men hann heldur, at hetta er ein støða, sum vit eiga at læra av.
?Hendan støðan, at vit hava javnleik ímillum andstøðu og samgongu við 16 tinglimum í hvørjum bólki, má ikki henda aftur.
Tí sigur hann, at í hesum valskeiðnum verður tað neyðugt at broyta vallógina, so at tað ikki ber til at hava líka tal av tinglimum.
? Eg haldi, at øll londini rundanum okkum, hava ólíka tal av tinglimum og tað mugu vit eisini hava í Føroyum.
-?Vit mugu altíð hava eina arbeiðsføra stjórn og tí eigur støðan, sum nú er, at geva okkum at hugsa um.
Men hann heldur, at orsøkin til støðuna, sum er íkomin, er fyrst og fremst tí, at at løgmaður hvørki virðir úrslitið av løgtingsvalinum ella tær folkaræðiligu spælireglur, sum eru.
?Úrslitið av valinum vísir, at andstøðan fekk 51,1% av atkvøðunum og at samgongan fekk 48,9 %. So tá ið løgmaður tvíheldur um valdið, setir hann fólkaræðið til viks og sostatt er úrslitið av valinum heldur ikki virt.
Hann viðgongur, at eftir stýrisksipanini hevur Løgmaður fullan rætt at gera, sum hann ger, men sambæriligt við fólkaræðið heldur hann ikki, at tað er.
?So leingi løgmaåur tvíheldur um støðuna, ger, at vit sleppa ikki undir opnar samráðingar og tískil fáa vit heldur ikki roynt hvørjir møguleikar eru.
Konstruktivur
Jóannes Eidesgaard sigur, at endar hetta við tveimum blokkum í tinginum uppá 16 í samgongu og 16 í andstøðu, so at samgongan ikki hevur meirilutan, fer javnaðarflokkurin at føra ein konstruktivan andstøðupolitikk fyri at fáa mál loyst.
?Vit fara ikki at blokera samgonguna, men fara at taka støðu frá máli til mál, tað er ongin ivi um, sigur hann.
Men teir flokkar, sum skulu stuðla samgonguna fáa væl eisini eina ávísa ávirkan?
? Ja, sum er dámligt við eini minnilutastjørn, hóast eg ikki kalli hetta eina minnilutastjórn, er, at samgongan noyðist at gera semjur við samgonguna fyri at fáa mál framd.Tað er ein fyrimunur fyri andstøðuna. Í eini minnilutastjórn koma málini ikki ígjøgnum, uttan at tey eru væl undirbygt. Í eini meirilutastjórn koma málini ígjøgnum, bara samgongan er samd um tað.
Og Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at ein minnilutastjórn kann fáa minst líka nógv á skaftið um undanfarna samgonga, sum hann heldur var týðiliga merkt av innanhýsis ósemjum og stríði og sum ikki fekk fleiri av sínum málum framd av tí sama, eitt nú eftirlønarskipanina. Men tað vóru eisini onnur mál, sum landstýrismenn løgdu fram, men sum teir síðani noyddust at taka aftur, ella sum vórðu feld, tí tingmenn úr samgonguni tóku ikki undir við teimum. So samgongan hevur víst at hóast hon hevur meirilutan, er tað als onki prógv fyri, at vit fáa eitt virkisført landsstýrið.
? Men tað merkir, at Løgmaður skal leggja frá sær. Men tað kann væl henda, at hann fær samráðingarheimildina aftur, men so samráðast vit á jøvnum føti.
Men so leingi hendan støðan stendur við, er Jóannes Eidesgaard ikki sinnaður at taka samstarvsavtaluna ímillum javnaðarflokkin, sambandsflokkin og miðflokkin av.
? Tað er rætt, sum Jenis av Rana sigur í aðrari blaðgrein í dag, at vit hava umrøtt málið at taka hana av. Men hendan samstarvsavtalan er eitt svar uppá avtaluna, sum fyrst varð gjørd ímillum fólkaflokkin og sjálvstýrisflokkin, so fyrrenn tann avtalan er søgd upp, kunnu vit ikki siga okkara upp, sigur Jóannes Eidesgaard.