- Hesi seinastu árini er almenna skuldi hjá føroyingum vaksin yvir tríggjar milliardir. Og tann gongdin kann ikki halda fram.
Tað segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við Rás2 í dag.
Fíggjarlógin, sum er løgd fram, er bara ein lýsing av støðuni og hesa næstu tíðina skal samgongan og løgtingið brúka til at seta síni fingramerki á fíggjarlógina.
Kristina Háfoss heldur, at tað líkist ongum, at vit hava økt skuldina so nógv, so góðar sum tíðirnar hava verið. Tí má gongdin vendast. Men hon heldur, at nettupp tí at tíðirnar eru so góðar, hava vit ein gyltan møguleika.
- Verður onki gjørt, fer hallið næsta ár at tátta í 200 milliónir krónur og samstundis hevur samgongan lovað fólki við lág- og miðalinntøkum ein skattalætta.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur áður boðað frá, at eitt húski við lág- ella miðalinntøku, undir 250.000 krónur um árið, skal vænta at fáa einar 1500 krónur í skattalætta um mánaðin. Tað at kosta landskassanum 170 milliónir krónur, treytað av, at skattastigin fyri høgu inntøkurnar eisini verður broyttur, so at tær ikki fáa skattalætta.
Sostatt skal skulu næstan 400 milliónir heintast inn á fíggjarlógini fyri at fáa javnvág í.
Kristina Háfoss sigur, at samgongan fer at royna at fáa hallið burtur, men hon leggur stóran dent á, at tað skal ikki raka vælferðartænasturnar.
Hinvegin vil hon ikki siga nú, hvørji átøk skulu fremjast, tí tað er hetta, flokkarnir nú skulu samráðast um.
Og hon sigur, at hon fer eisini at leggja dent á at fáa andstøðuna við í teimum semjum, sum skulu gerast.
Nógv verður eisini tosað um nýskipanir, men tær fær ikki stórvegis ávirkan á fíggjarlógina næsta ár.
Tað verður ikki fyrrenn í 2017, og árini aftan á, at vit síggja úrslitið av nýskipanunum á fiskivinnuøkinum, pensjónsøkinum, heilsuøkinum, og aðrastaðni, sigur hon.










