Hetta líkist ongum

Bárður Nielsen vísir aftur, at samgongan spælir kispus við fólki

Trivnaðartænastan verður ikki skerd tríggjar milliíónir.

Tað er greitt, nú fíggjarnevndin fer at vera samtykt nú seinnapartin.

 

Fíggjarnevndin ætlaði annars at skerja trivnaðartænastuna tríggjar milliónir og Annika Olsen gjørdi vart við, at hetta hevði fingið avleiðingar.

 

Les eisini: Vandi fyri uppsagnum og øðrum skerjingum

 

Og nú fíggjarlógin skal samtykkjast endaliga, er samgongan samd um at játta tær tríggjar milliónirnar aftur.

 

Annars fær Landssúkrahúsið 1,4 milliónir krónur afturat, og sostatt fær landssjúkrahúsið 8,4 milliónir krónur meiri enn landsstýrið bað um.

Harumframt verða 600.000 krónur játtaðar til ein sálarfrøðing til miðnámsskúlarnar og Strandferðslan fær nakað aftrurat fyri at leggja upp til hvíldarreglum, sum eru herdar so nógv, at verða seinkingar, er vandi fyri, at túrar mugu leggjast burtur ímillum, tí tað er eitt krav, at manningin skal hvíla.

Rigmor Dam, tingkvinna, átalar samgonguna fyri at spæla kispus við fólki, sum hon sigur. Hon hugsar um, at játtanir verða skerdar, men síðani verða tær hækkaðar aftur.

- Tað líkist ongum at ræða fólk á henda hátt, sigur hon.

Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini sigur, at tey hava ikki loypt hótt við uppsagnum, tí tað hevur ongantíð verið ætlanini.

- Tað er andstøðan, og stovnar sjálvur, sum ræða fólk, sigur hann

 

Páll á Reynatúgvu, tingmaður, vísir á, at Strandferðslan og Landssjúkrahúsið fáa framvegis ikki tað, sum er neyðugt, og tað er uttan iva at ávirka virksemið á teimum báðum stovnunum.