Hetta lata bilførarar seg ofta lumpað av

Tað er kanska orsøkin til, at ein bilførari misti koyrikortið í morgun

Aftur í morgun hevur løgreglan verið á ferð við ferðmátaranum. Hesaferð vóru tey á einum vegastrekki norðan fyri, ímillum Klaksvík og Norðoyri. Talan er um ein landsveg, har tað vanliga er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman, men á hesum ávísa strekkinum er hámarksferðin lækkað niður í 60 kilometrar um tíman.

 

Og á strekkjum við avmarkaðari hámarksferð, fellur hamarin væl skjótari, enn undir vanligum umstøðum.

 

Tað merkir, at tað skal ikki meiri til enn at ein ein bilførari koyrir 76 kilometrar um tíman, so fær hann klipp í koyrikortið. Koyrir bilførarin 81 kilometrar um tíman, missur hann koyrikortið treytað. Koyrikortið verður kortini ikki tikið, tí bilførarin sleppur at varðveita tað - men hann má kortini upp til nýggja roynd, bæði í teori og í koyring. Klárar hann ikki royndina, missur hann koyrikortið.

 

Men koyrir ein bilførari 101 kilometrar, verður koyrikortið tikið á staðnum.

 

Og í morgun vórðu fimm bilførarar tiknir á hesum vegastrekkinum. Og teir koyrdu allir so mikið skjótt, at umframt eina bót, fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 76 og 80 kilometrar um tíman. Tveir bilførarar mistu koyrikortið treytað og teir koyrdu ímillum 81 og 90 kilometrar um tíman.

 

Og ein bilførari koyrdi umleið 103 kilometrar um tíman, so hann missur koyrikortið upp á staðið.