– Hetta líkist svartasta ongum. Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Hann tekur als ikki undir við uppskotinum hjá Landsstýrinum um at seta eina varskógvaraskipan í verk fyri almenn starvsfólk.
Í hesum sambandi skal tað bera til hjá almennum starvsfólki, at siga eini serligari nevnd frá óregluligum virksemi á stovninum, tey arbeiða á. Og tey skulu kunna vera dulnevnd.
Jacob Vestergaard heldur, at hetta fer ikki annað enn at ala fram eina almenna smettaraskipan, har almenn starvsfólk skulu ganga og lúra eftir hvørjum øðrum í loyndum, og sleppa at slatra um hvønn annan undir dulnevni.
– Tað er púra óføroyskt, at fólk ikki siga tað upp í eyguni á einum stjóra, tá ið okkurt er galið, heldur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin
Hann sigur, at vit hava greiðar skipanir, har starvsfólk fara til stjóran at boða frá, varnast tey okkurt óregluligt, og her skipar hann til Løgtingsins umoðsmann, og aðrar skipanir. Og hann sigur, at tað er eingin trygd fyri, at nakar fer at lurta eftir, tá ið onkur ger vart við óreglulig viðurskifti, tað heldur hann, at Glasir er eitt gott dømi um.
Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hetta stríðir ímóti øllum tí hann heldur, eigur at vera galdandi ímillum menniskju. Hann heldur, at hetta vísir eitt grundleggjandi misálit á fólk og setir rættartrygdina hjá fólki til viks.
Umboð fyri samgonguna, Ruth Vang og Helena Dam á Neystabø, siga, at tað er ikki ætlanin at ala fram eina smettaramentan og tí er tað sett sum treyt, at skipanin skal eftirmetast um tvey ár. Og vísir tað seg, at hetta verður ein almenn slatriskipan, skal tað takast av aftur.
Men tey vísa á, at tað hendur seg, at almenn starvsfólk ikki tora at siga frá, tá ið tey varnast okkurt óregluligt, tí tey stúra fyri at verða uppsøgd. Tí er tað neyðugt at royna eina skipan, sum hesa, halda umboð fyri samgonguna.
Men tað nyttaði ikki so nógv hjá andstøðuni at muta ímóti, tí uppskotið um eina varskógvaraskipan er nú samtykt í Løgtinginum við 14 atkvøðum fyri og 11 atkvøðum ímóti. Uppskostið skal tó samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga avgreitt, og tann atkvøðugreiðslan verður í næstum.
Les eisini: Nú skal Løgtingið taka støðu til ein ógvuliga umstríddan spurning










