– Støðan er harmilig og tað líkist púra ongum, at landsstýrisfólk ikki eru til staðar.
–
Aftur í gjár átalaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, at ongi av landsstýrisfólkunum møtti á Løgtingið, tá ið løgtingsfundur var.
Hann er verri enn so tann einasti tinglimurin, sum átalar, at landsstýrisfólkini ikki møta á Løgtingi. Og tað er verri enn so nakað eindømi hesar seinsatu dagarnar, at landsstýrisfólk ikki møta á Løgtingi, tá ið fundur er. Hesar seinastu dagarnar er tað nevniliga hent ferð eftir ferð, at allir teir fremstu stólarnir í Løgtinginum, har landsstýrisfólkini sita, standa tómir.
Tað hendi í fleiri dagar í seinastu viku, og tað fekk Løgtingsformannin at viðmerkja støðuna og hann helt, at landsstýrisfólk eiga at møta á Løgtingi. Men tað hevur ikki hjálpt, tí síðani hava fleiri løgtingsfundir verið, men teir fremstu stólarnir standa framvegis tómir, við onkrum heilt fáum undantøkum, har eitt landsstýrisfólk er møtt, tá ið serlig mál, sum viðvíkja teirra málsøki, er til umrøðu.
Men tað hevur bara verið hendinga ferð, og Jógvan á Lakjuni átalar, at løgtingsfólk hava ongan at spyrja, hava tey okkurt ivamál í samband við eina viðgerð, og hann heldur, at hetta líkist ongum, at landsstýrisfólk ikki møta og greiða frá, hvat tey halda um tey ymsu málini.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin staðfestir, at tað er ongin framdrift í samgonguni í hesum døgum og hendan støðan er vitleys. Eisini Jenis av Rana, tinglimur fyri Miðflokkin staðfestur, at Samgongan hevur rent seg fasta, og hann ivast í, hvussu støðan er – men hann ivast í um samgongan sjálv er greið yvir tað.
Tað er ongin loyna, at samgongan er í trongum skón, tí hon hevur ikki meiriluta í Løgtinginum. Fyrst fór Sonja Jógvansdóttir úr Javnaðarflokkinum og síðani hevur eisini Kristin Michelsen gjørt greitt, at hann ætlar sær ikki at vera bundin av samgonguni longur, men fer at atkvøða frá máli til mál.
Tað er heldur ongin loyna, at samgongan hevur dyrgt eftir at fáa Sjálvstýrið upp í samgonguna fyri at tryggja sær meirilutan, men tann spurningurin er ikki avgreiddur enn.
Samstundis hava tinglimir í samgonguni vátta, at tað liggur ein hópur av málum í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum tað ikki ber til at avgreiða tí at Kristin Michelsen sikki vil skriva undir tey. Men tað liggja eisini stórmál í øðrum nevndum, har Kristin Michelsen ikki er limur, men tað eydnast heldur ikki at fáa semju um tey.
Og í gjárkvøldið brast so seinasta vónin hjá samgonguni at fáa ein meiriluta aftur. Tað kanst tú lesa meiri um HER