- Vit kunnu ikki sum fakfelag góðtaka, at okkara limir, sum søkja størv onga grundgeving fáa, um teir ikki fáa eitt starv. Tað er brot á fyrisitingarlógina og ikki ein góður máti at fara við fólki.
Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúrkarøktarfrøðingar.
Felagið fer nú at stevna stýrinum fyri eldrasamstarvið í Sandoynni, tí stýrið ikki hevur grundgivið fyri, hví tveir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfelagnum vóru valdir frá, tá starvið sum økisleiðari í eldrasamstarvinum skuldi setast fyrr í ár.
- Í fyrsta lagi var kært til Innlendismálaráðið og síðani til Løgtingssins Umboðsmann, men nú ætlar felagið sær í rættin við málinum, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Óluvu í Gong, sum var á Rás 2 í dag.