- Vit kunnu ikki bjóða okkara veljarum at seta umboð fyri Fólkaflokkin í landsstýrið.
Tað sigur Tór Marni Weihe valevni fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi seint í ár. Hann er eisini limur í floksleiðsluni hjá Tjóðveldi og í morgun festi hann eld í politiska kjakið, tá ið hann staðfesti, at Tjóðveldi eigur at boða veljarunum frá, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin eftir valið.
- Tjóðveldið og Fólkaflokkurin hava einki til felags og tí kunnu vit ikki samstarva um nakað, sigur hann.
- Vit skylda okkara veljarum at staðfesta, hvønn politikk, vit ætla at føra eftir valið.
- Fólkaflokkurin hevur ikki bara ført ein politikk, vit ikki kunnu taka undir við. Hann hevur eisini gjørt tað fullkomiliga púra ábyrgdarleyst og púra óforsvarligt, sigur Tór Marni Weihe.
- Og vit kunnu ikki bjóða veljarunum hjá Tjóðveldi at seta umboð fyri Fólkaflokkin í landsstýrið, leggur hann afturat.
Hann sigur, at sum støðan er nú, eru allir samgongumøguleikar til staðar eftir eitt val og sostatt hevur veljarin ikki peiling av, hvat hansara atkvøða verður brúkt til.
- Eitt dømi er Sjúrður Skaale, sum fór til val upp á at halda Miðflokkin uttanfyri alla ávirkan, men sum endaði við at fara í samgongu við Miðflokkin.
Tí heldur Tór Marni Weihe, at Tjóðveldið skal boða greitt frá, hvønn politikk, flokkurin ætlar at føra eftir valið. og hvørjum flokkum, tey kunnu føra tann politikkin saman við.
Les eisini. Vit noyðast at koyra Fólkaflokkin út í myrkrið
- Skulu vit í Tjóðveldi fara til val upp á at broyta politikkin, sum nú verður førdur, kunnu vit ikki fara í samgongu við teir flokkar, sum standa fyri tí politikki, vit vilja broyta, sigur Tór Marni Weihe.
Tí heldur hann, at flokkarnir, sum nú eru í andstøu, skulu taka seg saman um ein felags politikk.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví Tjóðveldi í hvussu so er ikki skal samstarva við Fólkaflokkin eftir løgtingsvalið.
|