Hetta kunnu vit ikki bjóða fólki

- At tey á Íslandsvegunum savna inn undirskriftir ímóti sálarsjúkum, vísir eina avoldaða uppfatan av sálarligari sjúku

- Hetta er at happa tey, sum eru sálarliga sjúk.

Tað sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

 

Hon varð bæði ill og kedd, tá ið hon frætti í Kringvarpinum í gjár, at fólk á Íslandsvegnum hava savnað inn undirskriftir ímóti at ein sálarsjúk genta fær íbúð at búgva í.

Hon sigur, at Sinnisbati fer at seta seg inn í málið og at felagið fer at koma við eini almennari fráboðan seinni.

Men hon sigur, at fyrsta kenslan, hon situr við, er, at hetta er at happa sálarsjúk fólk.

- Hetta er eisini at gera mismun á fólki, sum er illa fyri og hetta er brot á grundleggjandi mannarættindi, sigur hon.

- Eg veit ikki, hvat býr undir hesum, men hetta kann bara byggja á fullkomiligan ókunneika til sálarsjúku og eitt fullkomiliga miðaldarligt menniskjasýn, sigur hon.  

 

Les eisini: Óheppin boð til tey veikastu í samfelagnum

 

Og hon sigur, at er tað rætt, sum er komið fram, at Bústaðir hava slakað við undirskriftunum, er okkurt heilt galið.

- Almannaverkið varðar av hesum fólkum og hevur útvegað ein bústað frá Bústøðum. Endamálið hjá Bústøðum er at virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær bústað og at tryggja fjølbroytni í bústaðarmar

- Tað er ehilt undarligt, at eitt sterkt felag sum Bústaðir, bakkar fyri nøkrum undirskriftum, er tað hetta sum er hent, sigur Súsanna Olsen.

- Er tað hetta, sum er hent, kann slett ikki góðtakast, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at endamálið við at fólk við sálarsjúku búgva í vanligum grannaløgum er nevniliga at tey skulu búgva undir vanligum umstøðum og at tey brúka eitt vanligt umhvørvið.

- At savna inn undirskriftir ímóti tí, avdúkar eitt ómetaligt trongskygni og eina avoldaða og miðaldarliga uppfatan av sálarsjúkum, sigur forkvinnan í Sinnisbata.

Hetta er skakandi og eg helt, at vit vóru komin longri enn hetta, men her má onkur grundleggjandi misskiljing vera hend, leggur hon afturat.

 

Hon vísir á, at tað eru sjey sambýli í Havn til fólk sum eru sálarliga illa  fyri á ymsan hátt, men at hon aldrin hevur hoyrt um, at tey eru til ampa fyri nakran.