Hetta kunnu vit ikki bjóða fólki

NSÍ venjarin var als ikki nøgdur við tað, sum hansara lið vísti í 1. hálvleiki, tá ið ÍF var frammanfyri 2-0

Annað umfarið á rað hevði ÍF vitjan av Skálafjørðinum, og fyri aðru ferð á rað sendu fuglfirðingar gestirnar út aftur við ongum. Í fyrra før­inum endaði tað 3-0 ímóti B68, og í gjár fór NSÍ til hús við 2-1 tapi.
Tá ið Clayton Soares setti hol, var tað eftir, at ÍF hevði steðgað NSÍ uppspæli. Fritleif í Lambanum og Nenad Saric stóðu fyri upp­spæl­inum, og tá ið Nenad legði innfyri, var Clayton Soares á rætta staðnum. Tá vóru tíggju minuttir farnir, og tíggju minuttir undan steðg­inum økti Dánjal á Lakjuni til 2-0, tá ið hann við høvd­inum stýrdi bóltin í málið eftir innlegg frá Ari Ó. Ellingsgaard.
Tíggju minuttir eftir steðgin minkaði Árni Frederiks­berg um munin, men NSÍ kom ikki nærri. ÍF vann 2-1, og harvið misti NSÍ fyrstu stigini í ár.
NSÍ venjarin Trygvi Mortensen var ikki í iva um, at tað var vánaliga avrikið í 1. hálvleiki, sum kostaði tapið:
– Tað, sum vit sóu í 1. hálv­leiki, kunnu vit ikki bjóða fólki. Vit gjørdu tvær sen­tralar skiftingar, og tað hekk betri saman í 2. hálvleiki. Tá skoraðu vit, og vit høvdu møguleikar at javna, men so fingu teir takið aftur. Eg vóni, at vit taka við læru og ikki aftur verða so slappir, sum vit vóru í 1. hálvleiki. Tá vóru fuglfirðingar væl betri, og tí var einki forgjørt í tí, at teir vunnu, segði NSÍ venjarin.