Nú verður tað skjótt, at vit fáa eina serstaka lóg, sum skal vera okkara náttúru.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Tað er langt síðani, samgongan boðaði frá, at tey arbeiddu við at gera eina føroyska náttúrulóg, og í Løgtinginum í gjár vildi Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu tað gongur.
Hon vísir á, at bæði vespur, flatmaðkur, og onnur djór og kykt, eru komin higar við innfluttum plantum, og hon vil hava at vita um ein nýggj náttúrulóg fer at seta bann fyri at ávísar plantur verða innfluttar.
Tað er ikki ein mannarættur, at privatfólk sleppa at innflyta tað, tey hava hug til, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Sirið Stenberg sigur, at tey eru komin væl áleiðis við arbeiðnum. Allar lógargreinarnar eru orðaðar og á næsta landsstýrisfundi fer hon at kunna landsstýrið um málið. Og so verður tað hvørja løtu, at avvarðandi partar fáa høvi til at gera sínar viðmerkingar til uppskotið, áðrenn tað so verður lagt fyri Løgtingið.
Sirið Stenberg vísir á, at talan er um rættiliga umfatandi lógarverk, eisini tí, at tað ávirkar bæði málsøkið hjá landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum og landsstýriskvinnuni í mentamálum í sambandi við friðingar av ymsum slagi.
Og hon sigur, at eftir lógini fer tað eisini at bera til at gera kunngerðir við treytum til innflutning av plantum.
Sjálv heldur Sirið Stenberg, at uppskotið, sum er skrivað, er eitt valaverk og hon heldur, at vit eiga at gleða okkum til at tað verður lagt fram.
Endamálið er at verja tað lívfrøðiliga margfeldni, sum er í Føroyum og at forða fyri, at ymiskt verður innflutt, sum kann gera skaða.
Í sambandi við náttúruverndarlógina er ætlanin eisini at skipa eina náttúrufyristing, sum skal umsita lógina. Og Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, minti á, at løgtingið skuldi gera sær púra greitt, at tað fer at kosta fitt av pengum, ikki bara landskassanum, men eisini kommunum, feløgum, og øðrum, sum skulu undir byggingar av ymsum slagi
Bjørn Kalsø helt, at vit kanska eru farin úr einari grøv í aðra. Fyrr bar ikki til at innflyta nakað av djórum, tí landssdjóralæknin vildi verja tey føroysku sereyðkenni vit hava, men nú ber til at innflyta hvat tað skal vera.