Hetta kunnu tit koyra eitt vist stað

Tað leikaði hart á í Løgtinginum tá ið tosað varð um fólkapensjónina, men fá vóru so bersøgin sum Ruth Vang úr Framsókn

– Hetta uppskotið kunnu tit koyra eitt vist stað!

Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, var óvæntað hvassorðað í Løgtinginum í fyrradagin.

 

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at hækka grundarupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur um mánaðin. Hetta er sama upphædd, hendan samgongan skarvaði av grundarupphæddini í sambandi við at gjaldið úr Samhaldsfasta varð hækkað.

 

Hetta fer at kosta landskassanum 52 milliónir krónur um árið og tað talið fer at veksa so hvørt talið á pensjónistum veksu. Men Sambandsflokkurin sigur einki um, hvussu ætlanin er, at hetta skal fíggjast.

 

Tí spurdi Ruth Vang, hvussu ætlanin er at fíggja hetta. Skal tað leggjast oman á fíggjarlógina, hóast Sambandsflokkurin hevur gjørt rættiliga nógv burtur úr, hvussu nógv hendan samgongan hevur hækkað útreiðslurnar. Ella skal tað skarvast av útleiðslunum til almannamál ella heilsumál, spurdi hon Kaj Leo Holm Johannesen um

 

Men tað tók Kaj Leo Holm Johannesen rættiliga illa upp.

 

– Tað er nógv fyri at hoyra forkvinnuna í fíggjarnevndini spyrja okkum, hvussu vit ætla at fíggja 52 milliónir krónur til okkara elstu borgarar, sum hava givið okkum so nógv, helt sambandsmaðurin fyri.

– Tað er heilt ótrúligt, so lítil virðingin er fyri okkara pensjónistum, legði hann afturat.

 

Hann vísti á, at Ruth Vang hevur verið við til at hækka útreiðslurnar 500 milliónir krónur, hesi bæði árini hendan samgongan hevur sitið.

 

– Eg havi ongantíð hoyrt ein einasta samgongulim spurt, hvussu hetta skal fíggjast.

 

Ruth Vang helt, at tá ið hon skal verða útskeldað og hunddálkað fyri at spyrja, hvussu ætlanin er at fíggja eina útreiðslu upp á 52 milliónir, vísir tað bara, hvussu grundleggjandi lítil álvari er í Sambandsflokkinum.

 

– Tá havi eg hug at siga, at hetta uppskotið kunnu tit koyra eitt vist stað, gjørdi Ruth Vang greitt fyri Sambandsflokkinum.

 

Ruth Vang vísir á, at Sambandsflokkurin kann royna hvussu hann vil at blása hetta upp til at snúgva seg um kenslur. Men kenslur fáa ikki haldføri í búskapin og tað er tað, pensjónsnýskipanin snýr seg um, segði tingkvinnan fyri Framsókn.

 

– Bara at hækka grundarupphæddina loysir ongan trupulleika á pensjónsøkinum, tí talan má vera um eina heildarloysn, segði hon.

 

– Fyri okkum í Framsókn er grundarupphæddin í Fólkapensjónini ikki so heilag, sum hon er fyri aðrar politikarar. Fyri okkum snýr tað seg um, at pensjónistar hava eina ordiliga pensjón, men um hon eitur fólkapenssjón, Samhaldsfasti, ella okkurt annað, hevur ikki so stóran týdning fyri okkum, sigur tingkvinnan fyri Framsókn.