Hetta kunnu suðuroyingar ikki góðtaka

Eg skal geva landsstýrismanninum nakrar fáar dagar at fáa hetta í rættlag. Ger hann ikki tað, má Løgtingið uppí, sigur Henrik Old

Hetta kunnu suðuroyingar yvirhøvur ikki góðtaka. Tað sigur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Tað hann sipar til, er tað vit greiddu frá í áðni um at Atlantsflog fer skjótt at broyta ferðaætlan, men tá liggja túrarnir um vikuskiftini so illa fyri, at suðuroyingar sum koma við flogfarinum leygardag, mugu gista norðanfyri til sunnudagin, og suðuroyingar, sum skulu av landinum sunnudag, mugu norður eftir dagin dagin fyri.

 

Hetta er eisini ein stórur trupulleiki hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Les meiri um tað her: Hetta er ein stórur trupulleiki hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

Henrik Old sigur, átalar, at Atlantsflog leggur so illa til rættis tá ið ferðaætlanin verður broytt, at suðuroyingar ikki sleppa aftur og fram sama dag. Hann sigur, at hetta er ein gamal trupulleiki, men tá ið hann var landsstýrismaður, vóru fráferðirnar hjá Smyrli broyttar eitt korter og tað loysti tann trupulleikan.

 

– Eg helt, at hesin trupulleikin var fingin av vegnum og tí er tað hugstoytt, at Atlantsflog nú tekur hetta stríðsmálið upp aftur, sigur Henrik Old. Hann sigur, at tá ið Atlantsflog varð stovnað, var fremsta endamálið at røkja flutningstørvin hjá føroyingum. Eitt nú eru heilt nógvir suðuroyingar, sum arbeiða uttanlands, bæði í frálandavinnuni og í fiskivinnuni, so hetta er eitt bakkast fyri teir. Men hann heldur, at tað endamálið er við at fánað burtur, tí nú snýr tað seg meiri um at flyta ferðafólk og hugsað verður ikki so nógv hugsað um at fólk, sum arbeiða uttanlands.

 

Henrik Old sigur, at hann fer at geva landsstýrinum nakrar heilt fáar dagar at loysa hendan trupulleikan. Klára tey ikki tað, fer hann at reisa málið í Løgtinginum, sigur Henrik Old – men hann leggur dent á, at hann fer ikki at bíða í nógvar dagar eftir landsstýrinum.

 

Vit høvdu ætlað at fáa eina viðmerking frá stjóranum á Atlantsflogi, men tað hevur ikki eydnast enn.