Hevur tú keypt skinkusalat, og heldur at tað ikki smakkar sum tað skal, er tað ein serlig grund til tað Aftur í dag kemur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nevniliga við eini ávaring um mat, sum fólk kunnu verða sjúk av.
Hesa ferð er støðan tann, at ein matvøruframleiðari latið laksasalat í íløt, men av ósketni hava tey merkt íløtini við, at tað er skinkusalat í teimum.
Talan er um eina sending av »Skinkesalat Grand Gout«, sum altso ikki eru fullir av skinkusalati, men av laksasalati. Og tað merkir, at fólk, sum ikki tola laks, kunnu verða sjúk av at eta av tí. Talan er um» Skinkesalat Grand Gout«, nettovektin er 175 gramm og íløtini eru best fyri 27. 09. 2021.
Heilsufrøðiliga starvstovan, sigur, at tey, sum liggja inni við hesum, eiga at koyra tað í skrell, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.