Útvið hundra fólk vóru savnaði til stóra PR showið Funky Faroe Islands í Sommerset House mitt í London, hesi vóru umframt føroysku luttakararnir umboð fyri miðlar, mótaídnað og tónleikaídnað-
Bretska mótablaðkvinnan Wendy Scott skipaði fyri pallborðsfundinum um móta týsdagin, og hon var millum tey, ið sóu føroysku mótasýningina. Eftir mótasýningina fingu vit orð á royndu og háttvirdu blaðkvinnuna.
- Eg var til allar sýningarnar á London Fashion Week og hetta er minst líka gott, var skoðsmálið, ið Wendy Scott gav føroysku sniðunum, ið Guðrun Ludvíg, Elisa Heinesen, Jóhanna av Steinum
og Barbara í Gongini, sýndu fram.
- Eg var eisini glað at síggja at nærum øll tey, sum vóru við pallborið í gjár vóru og hugdu at sýningini, og teimum dámdi væl tað, ið tey sóu, greiddi Wendy Scott frá.
- Framsýningin var øgiliga góð, serliga í kraft av, at tær fýra sum hava sniðgivið eru so øgiliga ymiskar, tær eru hvør sær unikkar. Hetta var stutt sagt eitt gott bland, segði hon og helt fram:
- Eg beyt serliga merkið í hasa gráu longu ullintu troyggjuna hjá Jóhannu av Steinum, hon var fullkomiliga í tíðini, og Jóhanna kundi komið langt, tað dugi eg at spáa.
- Eisini var eg bergtikin av hasum stuttu jakkunum, ið Elisa Heinesen sýndi fram. Mátin sum teir vóru settir saman við stuttum buksum riggaði øgiliga væl. Hasir jakkarnir vóru uttan iva tað besta, ið varð sýnt fram. Hasir jakkarnir kundu uttan trupulleika verið partar av London Fashion Week. Teir vóru fullkomiliga cutting edge og serligir. Teir vóru egnir og ordiliga gott snið. Eitt slag av klassiskum punki haldi eg, hetta er øgiliga In Vogue sum man sigur, altso øgiliga moderna beint nú, segði Wendy Scott við stórari sannføring.
- Eg haldi eisini, at sjálv koreografiin og stylingin og avviklingin var sera góð. Alt virkaði umhugsa og liðugt, eg eri errin av at hava verið partur av hesum, segði roynda blaðkvinnan at enda.