Hetta kundi eg ómøguliga góðtaka

Mín ætlan var eitt nýbrot, men eg góðtaki ikki, at onnur skulu taka avgerðina, meg eg skal hava ábyrgdina, sigur Henrik Old

– Eg kann ómøguligt góðtaka, at onnur skulu taka avgerðina, men eg skal hava ábyrgdina. Tað sigur Henrik Old, sum fór frá sum landsstýrismaður í samferðslumálum í morgun.

 

Hann sipar til, at hann fær ikki undirtøku í samgonguni fyri at Fámjinstunnilin skal gerast nú og avleiðingin var, at løgmaður tók hann av ræðið og gjørdi av, at Dalstunnilin skuldi takast fram um. Tað hevur annars verið eitt hjartamál hjá honum at fáa Landsverk aftur at gera tunlar til smærri bygdir og hann ætlaði, at Fámjinstunnilin skuldi verða tann fyrsti. Men hann var við undirlutan í samgonguni, tí avgerð er tikin um, at Dalstunnilin skal gerast fyrst - og tað tekur Henrik Old avleiðingarnar av og leggur frá sær.

 

– Mín hugsan er, at har eg havi ábyrgdina, skal eg eisini taka avgerðina, so hetta kundi eg ómøguligt góðtaka, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Henrik Old greiða frá, hví hann fer frá. Hann fortelur eisini, hvat hann er allar fegnast um at hava verið við til at avrika sum landsstýrismaður. Og so fortelur hann eisini, at hann tekur ikki undir við nøkrum, sum kann seta ætlaða Hvalbiartunnilin í vanda.