Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, harmast um, at Smyril Line hevur slept ætlanini at gera hotell á Vestary Bryggju, tí hon kundi upp á nógvar mátar komið bæði vinnuni og býnum til góðar. Við Rás 2 sigur hann bersøgin, at politisk spæl hevur forkomið ætlanunum, nú ávísir politikkarar eru farnir at gera vart við seg, tí valár er.
- Hetta kundi verið eitt veldiga stórt arbeiðspláss, eini 60 fólk sum dagliga kundu arbeitt har. Hetta er øgiliga keðiligt fyri kommuna, sigur Heðin Mortensen.
Í gjár boðaði Smyril Line frá, at felagið hevði slept ætlanini um at leiga Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn frá Tórshavnar kommunu og brúka tað til hotell.
Ætlanin var annars, at Smyril Line - umframt at rinda árliga leigu - sjálvt skuldi gera eina íløgu upp á umleið 50 milliónir fyri at gera Sjóvinnuhúsið hóskandi hotel, og tað hevði, sambært felagnum, verið áleið tað, sum tað annars hevði kostað at latið eitt nýtt hotel byggja.
Men nú róð hevur verður uppundir, at Smyril Line ætlar at fáa sær hotel við kommunalum stuðli, hevur felagið slept ætlanini.
- Eg klári ikki upp á standandi fót at siga, hvat hendir við Sjóvinnuhúsinum, tað má ein politisk viðgerð til fyrst, sigur Heðin Mortensen, sum tó váttar, at enn er áhugi fyri Sjóvinnuhúsinum frá øðrum pørtum. Hann væntar tó, at húsið má lýsast leyst til keyp ella leigu, áðrenn nakað meiri verður at frætta.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Heðin Mortensen.











