–Vit leggja upp fyri teimum gjøldum, vit vita um. Men tað ber illa til at leggja upp fyri rokningum, vit einki vita um.
Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, er ósamdur við havnameistaran í Havn.
Tórshavnar Havn hevur verið fyri atfinningum tí at gjøldini til Strandferðsluna eru hækkað. Men í morgun undrast Jónsvein Lamhauge, havnameistari, á atfinningarnar, tí hann sigur, tey hava ikki gjørt annað enn at dagføra gjøldini eftir eini avtalu, sum varð gjørd ímillum Strandferðsluna og Tórshavnar Havn, longu í 2005.
Tí eigur tað ikki at kom óvart á Strandferðsluna, at gjøldini hækka, legði hann afturat.
Men Jóan Petur Abrahamsen sigur, at nú verða tvey viðurskifti blandað saman.
Hann sigur, at á Strandferðsluni eru tey fullgreiða um avtaluna um, hvussu nógv Strandferðslan skal rinda Tórshavnar Havn. Tey eru eisini greið yvir, at gjøldini verða hækkað og lækkað, alt eftir sum gongdin í ferðafólkatali og bilaflutningi er.
Les eisini: Ábreiðslan undrar okkum stórliga
– Tað er ikki hetta, sum er trupulleikin, tí vit leggja upp fyri øllum rokningum og øllum gjøldum, vit vita um. Men tað, sum nú er hent, er, at Tórshavnar Havn hevur hækkað gjøldini eftir avtaluni, sum er galdandi. Og tað er ongin ósemja um hendan partin av rokningini frá Tórshavnar Havn, sigur rakstrarleiðarin.
– Men harumframt hevur Tórshavnar Havn lagt eina eyka hækking upp á 30.000 krónur afturat í ár. Hetta verður kallað ein prístalsregulering, og tað er ein óvæntað rokning, tí hon er ikki í samsvari við avtaluni ímillum okkum og Tórshavnar Havn, sigur Rakstrarleiðarin.
Strandferðslan hevur ikki meiri pening at arbeiða við, enn tað játtan, politiski myndugleikin játtar stovninum og tískil mugu vit alla tíðina laga virksemi til ta játtan vit hava og til tær rokningar, vit fáa.
– Tessvegna mugu vit eisini taka avleiðingarnar av, at vit nú fáa eina óvæntaða eykarokning frá Tórshavnar Havn, og tí missa Nólsoyingar nú ein túr um vikuna við Ternuni, sigur Jóan Petur Abrahamsen.
Tað hevur verið fýlst á, at ein hækking upp á 30.000 krónur, er so lítil upphædd hjá Strandferðsluni, at tað eigur hon at kunna klára, uttan at skerja ferðaætlanina.
– Vit halda eisini, at Tórshavnar Havn átti at klára seg, uttan at senda okkum hesa rokningina mitt í árinum, sigur hann.
Hevði rokningin verið galdandi næsta ár, høvdu vit kunnað lagt upp fyri tí, tá ið fíggjarætlanin fyri næsta ár, varð løgd, leggur hann afturat.
Hann sigur eisini, at strikar Tórshavnar Havn hesa eykarokninga, verður ferðaætlanina til Nólsoyar heldur ikki skerd, sigur Jóan Petur Abrahamsen.