Hetta klára vit ikki sjálvi

Í Húsavík rópa tey neyðarróp, tí nú mugu tey helst seta ymisk lógarfest krøv til viks

 

Vit hava ongan møguleika at gera skaðan aftur, uttan við hjálp frá Landinum. Tað siga Brynhild Sørensen, borgarstjóri, og Oddvør Johannesen, varaborgarstjóri í Húsavík.

Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, heita tey á Løgtingið um at fáa fíggjarligan stuðul til at gera skaðan aftur, sum herviliga ódnin um mánaðarskiftið februar og mars í ár, elvdi til.

Tey siga, at skaðin er so umfatandi, at fáa tey ikki fíggjarliga hjálp til tað, hava tey ongan møguleika at gera hann aftur.

Tær siga, at fleiri staðir er bakið upp undir vegin, burtur og leiðingar til vatn, kloakk og telefon, liggja berir. Samstundis eru fleiri metrar av sjálvari keiini, skolaðir burtur.

Samstundis siga tær, at brimverjan við Magnusarbakka, fekk eisini skaða og tey gera vart við, at hendan brimverjan verjir tey gomlu gróthúsini á Tumbakka, sum eru fornminni.

Í dali, fekk  bingjuplássið til burturkast, kampingplássið og harafturat er ein partur av asfaltinum á bryggjuni, burtur. Tey vísa eisini á, at fyri trimum árum síðani, fekk lendingin í Dali eisini ein stóran skaða og tann skaðan hevur Landsverk mett til at kosta níggju milliónir.

Higartil hava tey gjørt umvælingar fyri eina millión, men tað er langt eftir á mál, leggja tey afturat.

Men Húsavíkar kommuna fær bara tríggjar milliónir inn í skatti, so tað er eingin møguleiki at gera skaðarnar aftur, uttan við fíggjarligari hjálp frá Landinum.

Í hesum sambandi vísa tey á, at kommunan hevur eisini bundið seg til kostnaðarmiklar verkætlanir, sum eru kravdar við lóg, bæði vatnveiting og kloakkveiting. Tey hava lagt stóran dent á at spara pening saman til hesi endamálinum, men sum støðan er nú, er sannlíkt, at tey ikki klára at fullføra hesar verkætlanirnar.