Hetta kemur sum eitt sjokk

Føroyskur festivalur í Keypmannahavn hevur fingið eitt álvarsligt bakkast

- Hetta kemur sum eitt sjokk fyri okkum!

Tað sigur Gudmundur Djurhuus.

Hann er ein av høvuðskreftunum aftanfyri Mittland, sum er føroyska tónleikafestivalin í Keypmannahavn.

Ein festivalur av hesum slagi var í fjør og tað hepnaðist so mikið væl, at tað skuldi endurtakast í ár og tí er hann settur á skránna fyrsta vikuskiftið í september.


Men nú hava fyrireikingarnar fingið eitt álvarsligt bakkast, sigur hann. 

Í dag skrivar hann í einum boðum á Facebook til tónleikarar og onnur, sum eru knýtt at festivalinum, men sum vit hava fingið fatur í, at Atlantsflog hevur gjørt av at skera stuðulin til festivalin munandi.

 

Les eisini: Vit spara allastaðni fyri at kunna lækka prísin

 

Hann sigur, at hetta "kemur sum eitt sjokk", tí hetta fer at geva MittLand eina eyka útreiðsla, sum er yvir 100.000 krónur.  Og hann leggur afturat, at tískil mugu tey nú umhugsa støðuna av nýggjum.

 

Við in.fo sigur hann heilt stutt, at festivalurin verður ikki avlýstur, men at hann er næstan sannførdur um at tað verður neyðugt at skerja skránna.


Hann sigur eisini, at í dag er hann í ferð við at ringja runt til tónleikarar, sum skuldu spæla á Mittland og ávara teir um, at teir skulu fyrireika seg upp á, at  tað verður neyðugt at avlýsa konsertina hjá teimum.

Hann leggur afturat at her er talan um tónleikarar, sum festivalurin enn ikki hevur lýst við.

Tey nøvnini, sum eru kunngjørd, fara at spæla, sigur hann.