- Hetta kemur illa við.
Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, harmast um, at Marine Harvest í Føroyum hevur slept ætlanini um at ala á Sandsvág og at gera kryvjivirki á Sandi.
Tilsamans hevði hetta útvegað arbeiðspláss til 35 fólk.
Orsøkin til, at ætlanin er slept, er, at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avmarka útlendskan eigaraskapin í føroysku alivinnuni.
Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at ræðið á alingini og vitanin á økinum, ikki fer á útlendskar hendur, men verður varðveitt í Føroyum.
Hinvegin førir hetta so við sær, at Marine Harvest í Føroyum fær ikki økt um sítt virksemi í Føroyum og sostatt er ætlanin um stórar íløgur í aling í Sandoynni slept.
Slítur onga samgongu
Brandur Sandoy vil ikki gera viðmerkingar til eina einstaka íløguætlan hjá einum privatum virki.
Men hann ásannar kortini, at 35 arbeiðspláss í Sandoy høvdu gjørt stóran mun í oynni, sum er illa fyri frammanundan.
Sjálvur er hann tingmaður fyri Fólkaflokkin og sostatt við í samgonguni, sum hevur lagt uppskotið fram, sum forkemur íløguni í Sandoy.
Men Brandur Sandoy staðfestir, at tað er ikki nógv hann fær gjørt.
Hinvegin ger hann greitt, at soleiðis sum uppskotið nú vendir, fer hann ikki at atkvøða fyri tí, tá ið tað kemur til viðgerðar í Løgtinginum.
Harafturímóti ger hann eisini púra greitt, at hann ætlar ikki at slíta nakra samgongu ella at taka stuðulin til hana aftur av hesum málinum, hóast talan er um eina ógvuliga týdninarmikla ætlan fyri Sandoynna.
- Slíta samgonguna kann eg ikki, tí hon hevur meirilutan kortini, hóast eg fari úr henni og tað er ein spurningur, hvat eg fái burtur úr at taka stuðulin til hana aftur.
Men hann hevur kortini roynt at gera sína ávirkan galdandi.
- Eg havi tosa við mínar samgongufelagar og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber, sigur hann.
Hann sigur, at hetta uppskotið er ikki viðgjørt politiskt í samgonguni og tað er als ikki sagt, at hetta verður endaliga úrslitið, tá ið tað er viðgjørt í Løgtinginum og atkvøðast skal um tað.
- So vítt, eg havi skilt støðuna, er als ikki semja í nøkrum flokki í samgonguni um hetta, so vit fáa at síggja, hvat spyrst burtur úr.
Brandur Sandoy leggur afturat, at møguleikin at gera íløgur í Sandoynna, stendur framvegis opin at royna, tí tað eru nógvir pengar í alivinnuni.
Hann vil eisini hava, at samfongan hugsar um møguleikarnar at skapa vinnuligt virksemi í Sandoy, tá ið aliloyvi verða útlutað.










