Hetta kemur forferdiliga illa við

Bygdaráðslimur í Hvalba harmast um, at BankNordik letur einastu sjálvtøkuna í bygdini aftur

1. septembur missa hvalbingar seinastu leivd av bankakervinum í bygdini, tá sjálvtøkan hjá BankNordik verður tikin burtur.

 

- Vit sum kommuna mugu harðliga mótmæla hesum, sigur Trúgvi Gudmundarson, fyrrverandi borgarstjóri í Hvalba.

 

Fyrr vóru tríggir bankar í bygdini, Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi, men teir lótu aftur ein eftir ein.

- Tá tann síðsti lat aftur segði man, at tað bilaði ikki, tí tað framvegis var ein sjálvtøka í bygdini, sum kláraði meginpartin av tørvinum, men nú verður hon eisini tikin burtur, sigur Trúgvi Gudmundarson.

 

- Tað kemur forferdiliga illa við, tá tú steingir eina slíka. Hetta rakar fyrst tann elsta aldursbólkin, men síðani eisini alt felagslív og ítróttarlív, handilslív og annað, sigur hann.

- Tey síggja tað longu í Royn-høllini, tá tiltøk eru, har peningurin verður savnaður inn, at um sjálvtøkan ikki virkar, er tiltakið mest sum burturspilt, tí eingin hevur reiðan pening longur og øll mugu í sjálvtøkuna fyrst, sigur Trúgvi Gudmundarson. Um sjálvtøkan, sum stendur við Royn-høllina, verður tikin burtur, mugu hvalbingar upp á Tvøroyri at taka pening út.

 

Hann sigur, at longu meðan hann var borgarstjóri, í seinastu setu, vóru fundir millum kommununa og BankNordik.

- BankNordik greiddi frá, at teir máttu endurnýggja sjálvtøkuna í bygdini, og tað fór at kosta eina millión. Bankin helt tað tí vera órættvíst, at teir einsamallir máttu bera kostnaðin av sjálvtøkuni. Vit skutu upp fyri teimum, at teir tóku samstarv upp við hinar bankarnar um sjálvtøkurnar, sigur Trúgvi Gudmundarson.

 

- Eg síggi bara tveir møguleikar. Antin mugu bankarnir samstarva um útreiðslurnar, ella má kommunan gera bankunum greitt, at tann bankin, sum tryggjar bygdafólkinum eina sjálvtøku, sleppur at fíggja alla kommununa. Hetta hevur so sera nógv at siga fyri trivnaðin í bygdini, sigur Trúgvi Gudmundarsson.