Hetta kanst tú gleða teg til í 2009

Ert tú enn í døpurhuga av at hava sagt farvæl við Carrie, Miranda, Charlotte og Samantha, so er ikki at missa móti júst enn. 6. februar kemur filmurin ?He?s just not that into you?, ið er ein filmatisering av bókini við sama navnið. Við Jennifer Aniston, Jennifer Connely, Scarlett Johansson og Drew Barrymore í høvuðsleiklutunum, er grundarlagið lagt undir einum gentu filmi í somu filmsgrein sum ?Sex and the City?. Bókin er skrivað av Greg Behrendt og Liz Tucillo, ið eisini hevur verið manuskript rithøvundur av ?Sex and the City? , so vónandi verður nógv at hugsa um, tá ein situr aftaná filmin og drekkur cocktails við vinkonunum.