Hetta kanst tú brúka brokkolileggin til

Tað eru kanska mong, sum tveita tjúkka brokkolileggin burtur, tá blómutyssini eru skorin av, men fleiri matbloggur heita nú á fólk um heldur at endurnýta leggin í øðrum matrættum.

 

Brokkoli hevur verið fast grønmetistilhoyr í mong ár. Hon er full av føðslu og inniheldur faktiskt meiri C-vitamin enn appelsinin.

 

Tey munnu vera mong, sum einans nýta myrkagrønu blómutyssini, men í veruleikanum er eingin orsøk at lata leggin fara til spillis. Hesin parturin er faktiskt tann søtasti partur av brokkolinum, men minst til at flysa hann, áðrenn tú brúkar hann.

 

Norska matheimasíðan godt.no, hevur savnað nøkur hugskot til hvussu brokkolileggurin kann nýtast og njótast.

 

Brokkolisuppa

Um tú skalt gera brokkolisuppu, kanst tú brúka bæði leggin og blómutyssini. Flys leggin og sker hann í flísar. Tá brokkoliin er kókað mør í onkrari kraft, er tað bara at seta stavmiksaran í og so fært tú eina góða, kremuta suppu, skrivar godt.no.

 

Matmuffins

Til ber jú at koyra hvat sum helst í ein matmuffins – júst tí er tað ein góður háttur at nýta nakrar restir. Eisini her ber til at brúka alt brokkoliið, millum annað í einum omelettmuffins.

 

Snacks

Brokkoli kann etast bæði rátt, kókað og stokt, og leggurin kann skerast í bæði flísar og stavir. Skerst tú leggin í stavir, kann hann nýtast sum snacks saman við onkrum dippi. Til ber eisini at steikja hann í ovninum eins og ein ger við pommes frites.

 

Stokt rís

Mong brúka blómutyssini í wok-rættum, men eingin orsøk er til ikki eisini at nýta brokkolileggin. Sker hann í flísar og stoyt hann í saman við hinum grønmetinum.

 

Uppskriftirnar eru at finna her.