Ansa vit ikki væl eftir, kann hetta verða sera dyrt fyri Føroyar.
Tey seks fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum ávara nú um mannagongdina í sambandi við ætlanina at talgilda Føroyar.
Tey seks fakfeløgini eru Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Akademikarafelag Føroya og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tey ivast ikki í, at verðru farið rætt fram, kann tað vera ein fyrimunur fyri bæði starvsfólk og borgaran at talgilda Føroyar.
Men tey eru sera ónøgd við, at tey eru hvørki boðin at vera við í arbeiðið at fyrireika talgildigina, ella hava fingið ætlanina til hoyringar, og tað átala tey beinleiðis.
Tey eru eisini ótrygg, tí tey eru ikki vís í, at lagt er upp fyri teimum trupulleikum, sum kunnu taka seg upp.
Verða møguleikarnir í eini talgilding gagnnýttir, sparir tað bæði ein bæði orku og tíð, sum kann brúkast til at veita fólki eina betri tænastu.
Tey siga, at ein afturvendandi vansi er, at tað eru bara fyrimunirnir, sum verða lýstir, og ikki vansarnir.
- Tað er ein eina ørgrynni av dømum um, at royndir at talgilda eru miseydnaðar, og blivnar munandi dýrari, enn tað ein hevur sett sær fyri.
Tey mest vanligu mistøkini eru, at skipanirnar verða ikki nóg væl gjørdar frá fyrstan tíð, neyðu orka verður ikki sett av til at førleika menna starvsfólk, og neyðug orka verður ikki sett av til at vegleiða og kunna borgaran um, hvussu nýggja skipanin skal brúkast.
- Dettir ein í hesar fellurnar, er tað skjótt at royndirnar at talgilda hava við sær, at fólk fáa eina munandi verri tænastu, siga fakfeløgini.
- Við tøkniligu menningini verður lættari at skráseta og savna vitan, men ein veit ikki altíð nær ein skal steðga, og hvat ein skal brúka vitanina til. Ein kann skjótta fáa nógva óneyðuga vitan, sum ein ikki kann brúka til nakað, og bara tyngir skipanina, siga tey.
Fleiri royndir vísa, at so hvørt sum fleiri og fleiri uppgávur verða loystar gjøgnum netið, verður málsviðgerðin eisini longri og longri.
Í Danmark vísa royndir at 90% av stjórunum í borgaratænastuni meta, at orkan ein kann vinna gjøgnum talgilding, er yvirmett.
- Politiska skipanin leggur ikki upp fyri, at fyrstu árini skal ein seta væl meira orku av til, at fáa skipanirnar at rigga. Samstundis metir helvtin av stjórunum, at tað er ein vansi, at borgarar heilt einfalt ikki skilja, hvussu ein brúkar talgildu tænasturnar, og tí skal nógv nógv orka brúkast til at vegleiða og hjálpa borgarum.










