Nú fer influensa at ganga og tað kann verða ein harður umgangur hjá nógvum. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu, og formaður í Læknafelagnum.
Influensa hevur ikki gingið í hálvtannað ár, men nettupp tí er okkara immunverja viknað. Avleiðingin av tí er, at tá ið influensa nú fer at ganga aftur, kann hon raka rættiliga hart.
Hesa ferð eru vit í tí serliga vanda, at korona gongur eisini, og hendir tað, at fólk fáa bæði koronu, og influensu ísenn, kann tað verða rættiliga keðiligt, tí fólk kunnu verða heilt illa sjúk.
Samstundis er støðan í Føroyum tann, at tað eru bara 70 prosent føroyingum koppsett fyri koronu. Hetta eru tey, sum bara hava fingið ta fyrru sproytuna og 66 prosent hava fingið ta seinnu sproytuna. Sostatt eru tað nógv, sum enn ikki eru koppsett.
Tí hevur Pál Weihe eina heilt serliga áheitan á tey, sum ikki eru koppsett, um at lata seg koppseta.
Vónandi eru tað, so mong, sum gjørligt, sum lata seg koppseta fyri influensu, tí tað er ikki gamansleikur at fáa bæði korona og influensu ísenn, sigur hann. Samstundis hevur tað eisini týdning at lata seg koppseta fyri koronu fyri at basa smittuni. Vit skulu gera tað, vit kunnu fyri at sleppa undan, at fólk fáa bæði koronu og influensu ísenn, tí tað er ein rættiliga keðilig kombinatión, sigur Pál Weihe. Tað kann eisini føra til, at nógv fólk verða løgd inn á sjúkrahús, og leggur trýst á heilsuverkið. Sostatt er talan um ein dupultan vanda, leggur hann afturat.
Í Danmark hava tey tikið støðu til, at eisini smábørn í aldrinum frá tvey til seks ár, skulu koppsetast fyri influensu – ikki við eini sproytu, men við einum pístri í nøsina fyri at tað ikki skal vera so dramatiskt.
Tað fer væntandi eisini at verða gjørt í Føroyum, men endalig avgerð er ikki tikin enn. Pál Weihe heldur, at tað kann verða eitt gott hugskot, tí smábørn eru í smittuvanda allastaðni, og verða tey koppsett, avmarkar tað smittuspjaðingina munandi. Hann sigur, at tað kann hann taka undir við.
Sum vit skrivaðu í áðni, sigur Landslæknin, at verða tey tvey til seks ára gomlu koppsett fyri influensu, minkar smittuspjaðingin heili 50 prosent.
Les eisini: Tað hevði bjargað nógvum undan at verða sjúk
Les eisini: Tey verða fýra ferðir so sjúk sum annars