Hetta kann vera tekin um at tú hevur krabbamein

Krabbameinsfelagið hevur sett ein lista upp yvir sjúkueyðkenni, sum fólk skulu ansa serliga væl eftir

Tað eru nógv fólk, sum fáa krabbamein á hvørjum ári, men tað er serstakliga avgerðandi fyri viðgerðina, at tað verður uppdagað so tíðliga sum gjørligt.

Fleiri ymisk tekin kunnu vera um, at krabbamein ger um seg, og vísir okkurt av teimum seg, er umráðandi at fara til lækna. Kræftens Bekæmpelse í Danmark hevur almannakunngjørt sjey høvuðstekin, sum Krabbameinsfelagið eisini vísir á. Tekinini sært tú her 

1. Trupulleikar við at svølgja 

Gev tær far um :

– Trupulleikar í ein mánað við at svølgja

– Kensluna av, at okkurt situr fast í hálsinum

– Pínu, tá tú svølgir

Áhaldandi trupulleikar við at svølgja kunnu standast av hálsbruna. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

2. Lætnar brádliga

Gev tær far um:

– Tú lætnar, hóast tú ikki roynir

– Tú lætnar, hóast tú ikki broytti matvanar ella íðkar

– Tú lætnar óvanliga nógv, tá  tú roynir at klænka

Tú kanst lætna óvæntað av ymsum orsøkum. Ein orsøk kann vera krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

3. Áhaldandi hosti og hæsi

Gev tær far um:

– Hosta, sum heldur fram meira enn ein mánað

– Hosta, sum broytist • Hosta við blóðigum slími

– Hæsi, sum varar ein mánað

Varandi hosti og hæsi kunnu standast av fleiri orsøkum. Ein teirra kann vera krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

4. Óvæntað bløðing

Gev tær far um:

– Blóð í skarni, landi ella sáði

– Bløðing úr skeið eftir skiftisár

– Bløðing úr skeið undir samlegu

– Plettbløðing í sambandi við kropsligt virkni

– Óvæntað bløðing kann standast av ígerð, rivum ella hemoridum. Men hon kann eisini standast av krabbameini. Umráðandi er tí at fara til lækna.

 5. Broytt móðurmerki ella ólekt sár

Gev tær far um:

– Móðurmerki, sum broytir stødd, skap ella lit

– Móðurmerki, ið fær skruvu ella bløðir

– Móðurmerki, sum skriðar ella kennist øðrvísi

– Sár á húðini ella í munninum, sum ikki lekist innan ein mánað

– Sár ella varandi útbrot við ella á kynsgøgnum

Broytt móðurmerkir ella sár, sum ikki lekjast, kunnu standast av góðkynjaðum móðurmerki ella ígerð. Men tey kunnu eis ini standast av krabbameini. Umráðandi er tí at fara til lækna.

6. Broyttir vanar á vesi

Gev tær far um:

– Skiftandi hart lív og leyst lív í tvær vikur

– Eina kenslu av, at tarmarnir ikki tømast

– Búkilsku í meira enn tvær vikur

– Áhaldandi leyst lív ella hart lív

Broyttir vanar viðvíkjandi opning kunnu standast av mateitran, magasótt, leysum lívi ella hørðum lívi. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

7. Knyklar og hovnir kropspartar

Gev tær far um: 

– Knyklar í brósti

– Knyklar undir hondini, í lærkrika ella hálsi

– Knyklar í steinum ella hovnar steinar

– Knyklar aðrastaðni á kroppinum

Knyklar ella hovnir kropspartar kunnu standast av bruna, bløðrum ella góðkynjaðum knyklum. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/tibetur-eru-tad-ikki-faerri-sum-faa-stadfest-krabbamein/Les eisini: Tìbetur eru tað IKKI færri, sum fáa staðfest krabbamein