Hetta kann verða stóri HB dagurin

Møguleiki er fyri, at spurningarnir um bæði FM og niðurflyting verða svaraðir seinnapartin

23. umfar í Betri deildini verður seinnapartin ídag. Fyrsta bríksl í fýra dystum verður klokkan 15.

Síðsti dysturin – tann í Gundadali millum B36 og EB/Streym – verður klokkan 17.15.

 

Tað er møguleiki fyri, at FM spurningurin verður svaraður longu áðrenn, at bólturin fer á rull í Gundadali. Soleiðis verður tað, um tað eydnast HB at vinna úrtøku í Klaksvík.

Spurningurin um niðurflyting verður ikki svaraður ídag. Á Argjum fær AB vitjan av 07 Vestur. Um tað eydnast heimaliðnum at vinna, so verður fjarstøðan frá 07 Vestur og fram til AB fimm stig.

Svarið upp á spurningin um niðurflyting er treytaður av, um tað vera eitt ella tvey lið, sum fara at flyta niður. Úrslitini í fyrstu deild í gjár broyttu einki upp á støðuna á tann hátt, at tað framvegis sær út til, at talan bara verður um eitt lið, sum fer at flyta upp, og at tað harvið bara verður eitt lið, sum fer at flyta niður úr bestu deildini.

 

KÍ – HB: Petur Reinert kl. 15.00

Víkingur – Skála: Lars Müller kl. 15.00

B36 – EB/Streymur: Benjamin Svedborg Danmark kl. 17.15

AB – 07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00

Suðringar – NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00

 

HB

22

19

1

2

47

15

58

22

14

3

5

38

16

45

NSÍ

22

13

3

6

46

19

42

B36

21

12

4

5

43

27

40

Víkingur

22

11

4

7

35

28

37

Skála

22

7

4

11

23

30

25

Suðringar

22

6

3

13

21

35

21

EB/Streymur

22

4

8

10

24

36

20

AB

22

3

3

16

10

46

12

07 Vestur

21

3

1

17

20

55

10