Hetta kann verða plástur á HB sárið

Tølini siga, at tað gongur sera javnt á, tá ið HB og B36 hittast

Tað er langt frá dreymi til veruleika. Tá ið skráin fyri 2017 varð almenn, var tað skjótt at ímynda sær møguleikan, at finalan um FM heitið fór at vera í grannauppgerðini í Gundadali í síðsta umfari.

Grannauppgerðin verður seinnapartin, men talan er ikki um FM finalu. B36 spælir fyri at vinna silvurkrónurnar, meðan tað er greitt, at HB endar á fimta plássi. Undan síðsta umfari eru tað níggju stig frá HB og fram til B36.

Harvið er tað greitt, at HB ikki verður umboðað í Europa næsta summar. Tað er sjálvandi eitt vónbrot. Stórt plástur á sárið verður tað, um kappingarárið endar við sigri ímóti grannunum í B36.

 

Tølini siga, at tað gongur sera javnt á, tá ið HB og B36 spæla. Seinastu tjúgu árini hava grannarnir í Gundadali spælt ímóti hvørjum øðrum 52 ferðir í landskappingini. B36 eigur átjan sigrar, HB eigur sekstan sigrar, og átjan ferðir hevur tað verið javnt. Málmunurin er 79-77 til fyrimun fyri B36.

 

Í báðum grannauppgerðunum fyrr í ár var úrslitið 2-2.