Hetta kann løgmaður gleða seg til

Tað er ongantíð ov seint at leggja av.

Tríggjar vikur til tríggjar mánaðir aftaná síðsta guvin
- Er blóðrenslið vorið so nógv betur, at tað kennist lætt at spáka ein túr
- Er blóðreinslið rundan um geislarnir betri og tú hevur ikki líka ilt í rygginum
- Er húðin vorin ljósareyð og ikki so grá sum áður

Fýra til seks mánaðir aftaná síðsta guvin
- Eru skaðarnir, sum roykingin hevur gjørt í æðrarnar, farnir at lekjast
- Er vandin fyri blóðtøppið nógv minni enn tá tú roykti
- Hostar tú minni

Eitt til tvey ár aftaná síðsta guvin
- Er vandin fyri at fáa blóðtøpp helvtina minni enn tá tú roykti
- Er immunskipanin betri
- Er vandin fyri ovurviðkvæmi minkaður nógv

Fimm ár aftaná síðsta guvin
- Er vandin fyri, at tú skal fáa heilabløðing og blóðtøpp líka sum hjá einum sum ongantíð hevur roykt
- Er vandin fyri, at tú skal fáa krabba í munn, háls, vælindi, lungu, bløru, nýrir og lívmóðurháls nógv minkaður