Hetta kann knúsa ferðavinnuna í Føroyum

Føroyingar hava altíð gingið í fjøllunum, uttan at gjalda og einki annað kann góðtakast, heldur ferðasmiðjur

Gjald til bøndur, sum brádliga verða ásett, uttan ávaring er í ferð við at oyðileggja føroysku ferðavinnuna.

Tað heldur Oda W. Andreasen, sum skipar fyri túrum og útferðum í Føroyum.

– Føroyingar hava altíð kunnað gingið í fjøllunum, uttan at gjalda, hetta er okkara siðsøguligi rættur og skal framhaldandi vera tað, alt annað kann ikki góðtakast, sigur hon.

Men seinastu vikurnar hava vit í Føroyum fingið fleiri avgjøld fyri gongu í fjøllunum, sum verða ásett uttan ávaring.

Avleiðingin er, at vit fáa ónøgd ferðafólk og mugu skriva eykarokningar, ella í ringasta føri missa inntøkur, tí ferðin er bíløgd og goldin fyri upp til einum ári síðani.

Taka vit pengar frá útlendskum ferðafólki, fyri at ganga á jørð hjá bøndrum, skulu vit sjálvandi eisini gjalda eigarum fyri at ganga á teirra ogn við ferðafólki, staðfestir hon.

– Men gev vinnuni møguleika at fyrireika seg uppá hetta, soleiðis at hon ikki fær ónøgd viðskiftafólk og skal skriva eykarokningar, leggur hon afturat

Hon biður føroyingar hugsa sær til, at tað sama varð gjørt tá ið vit fara til Spania.

– Tú fert á strondina, tí tú vil svimja á sjónum. Ferðin er goldin og keypt úr Føroyum fyri einum hálvum ári síðani, men nú tú kemur á sandin, stendur ein spanióli og sigur, at tú sleppur ikki útí, fyrr enn tú hevur goldið 200 krónur.

– Hvussu hevði tú reagerað spyr Oda Andreasen.

– Politikararnir hava sovið í tímanum seinastu árini, tá tað kemur til ferðavinnuna. Hygg bara eitt nú eftir samferðsluni, har man als ikki hevur tikið atlit til økta ferðafólkatalið.

Eitt gjald verjir ikki náttúru, men avmarking av ferðafólki verjir. Er eitt ferðamál ikki burðardygt, tí at lendið og djóralív ikki tola nógv ferðafólk, er tað rætt at avmarka talið á ferðafólki. Hetta gera tey á Galapagos oyggjunum, har man má bíleggja ár frammanundan, fyri at sleppa út til oyggjarnar.

– Eg føli við íbúgvunum í Saksun, Tjørnuvík, Gjógv, Trøllanesi, Kirkjubø og Gásadali. Tey fáa hundraðtals ferðafólk til bygdina hvønn dag, men her mugu lokalpolitikarar, í samstarvi við íbúgvarnar, finna røttu loysnina so tað verður so liviligt sum gjørligt fyri íbúgvarnar, sigur Oda Andreasen.

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu hon metir støðuna